P/F Frost
Útgivið
17. april 2024
Útgongur
13. maj 2024
Staður
Á Hjalla 42 FO-188 Hoyvík, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
niclas@frost.fo

Lýsing

Vit søkja eftir fólkið til bókhald og skrivstovu arbeiðið at byrja eftir nærri avtalu.

P/F Frost fevnir víða í føroyska samfelagnum og veitir tænastur innan el og køling til vinnu og skip.

Skrivstovan er á Hjalla í Tórshavn.

Arbeiðsuppgávur verða m.a.:

  • Alt bókhald.
  • Skrivstovuhald og móttøku.
  • At svara telefon og upprætta arbeiðsuppgávur í okkara skipan.
  • At røkja skrivstovu í samband við tilfar o.a.

 

Vit vilja, at tú:

  • Hevur skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving og royndir.
  • Ert sera væl skipað/-ur, hevur yvirlit eins og eyga fyri smálutum.
  • Ert tænastusinnað/-ur, tekur ábyrgd og heldur avtalur og tíðarfreistir.
  • Hevur lætt við at seta teg inn í kt-skipanir.
  • Dugir væl føroyskt, danskt og enskt i skrift og talu.
  • Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við bókhaldsskipanini Dynamics 365 Business Central.

 

Vit bjóða tær:
Eitt gott starv á einum góðum arbeiðsplássi við fittum starvsfeløgum, har vit vilja gera nógv fyri starvsfólkatrivnaðin. Vit hava ein góða og nýggja skrivstovu við frálíkum útsýni.

Talan er um eitt fulltíðarstarv frá 8 – 16.

Løn:
Vit vilja bjóða góða løn til rætta fólkið.

Umsóknarfreist er 13 mai 2024.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Niclas A Poulsen, stjóra hjá P/F Frost, á tlf. 217811 ella við telduposti til niclas@frost.fo

Umsóknir til starvið skullu sendast til niclas@frost.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið