Norðoya Bú- og Heimatænasta
Lýsing
Norðoya Bú- og Heimatænasta, NBH, søkir eftir deildarleiðara til Sambýlið í Bøgøtu at byrja í starvi 1. september 2026. Talan er um fulltíðarstarv.
Starvið sum deildarleiðari krevur útbúgving og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur. Útbúgving og royndir í leiðslu og innan demensøkið kunnu vera fyrimunir.
Sambýlið í Bøgøtu er eitt hugnaligt heim, sum er karmur um 6 búpláss hjá fólkum, ið hava fingið staðfest demenssjúku.