Holm Bygging
Lýsing
Vit leita eftir 2-3 røskum og arbeiðssomum lærlingum, ið ynskja eitt spennandi og skapandi yrki.
Holm bygging er ein framsøkin byggifyritøka í Runavík, ið leggur stóran dent á dygd. Við hollari vitan og royndum innan byggivinnu bjóðar fyritøkan heildarloysnir innan nýbygging, umbygging og viðlíkahald
Fyritøkan hevur eitt sterkt lið av dugnaligum arbeiðsfólki, ið arbeiða miðvíst fyri at skapa varandi byggiloysnir við hægstu dygd.
Tú fert at læra:
- Timbur-betong og byggiarbeiði
- At arbeiða við ymiskum amboðum og tilfari
- Nýbygging, umvæling og nógv annað
- At arbeiða saman við royndum húsasmiðum
Vit vænta, at tú:
- Ert arbeiðssamur og álítandi
- Møtir til tíðina
- Hevur hug at læra og menna teg
- Dugir væl at samstarva
Vit bjóða:
- Eitt gott arbeiðsumhvørvi
- Góða upplæring
- Fjølbroyttar arbeiðsdagar
- Møguleika fyri einari góðari framtíð innan byggivinnuna
Umsókn
Send tína umsókn til mhj@holmbyg.fo í seinasta lagi 5. juni 2026.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.