Norðurlandahúsið
Útgivið
15. maj 2026
Útgongur
5. juni 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Summarstarv, Ófaklært, Partíðarstarv

Lýsing

Vit í Norðurlandahúsinum søkja eftir einum eldhugaðum og tænastusinnaðum avloysara til móttøkuna. Talan er um eitt tímalønt starv við arbeiðstíðum eftir vaktarætlan í tíðarskeiðinum 28. juni til 31. august, íroknað vikuskifti og halgidagar. Arbeitt verður uml. hálva tíð hetta tíðarskeiðið.

Møguleiki er at fáa vikuskiftis- og seinnaparts-/kvøldarbeiði eftir summarfrítíðina.

Arbeiðsuppgávur

  • Taka ímóti og vegleiða vitjandi
  • Svara telefonini og teldupostum
  • Søla av atgongumerkjum og søluvørum
  • Einfaldar fyrisitingarligar uppgávur
  • Hjálpa til við at halda húsið hugnaligt og innbjóðandi

Førleikar

  • Royndir við kundatænastu og/ella móttøkuarbeiði eru ein fyrimunur
  • Góð samskiftisevni í bæði skrift og talu
  • Tú dugir føroyskt, skandinaviskt og enskt
  • Grundleggjandi KT-førleikar
  • Tú ert tænastusinnað/ur og fyrikomandi

Persónligir eginleikar

  • Jalig/ur og opin
  • Fleksibul og skjóttonkt/ur
  • Ábyrgdarfull/ur og álítandi

Vit bjóða

  • Eitt spennandi og fjølbroytt summarstarv í einum skapandi og mentanarligum umhvørvi
  • Møguleika fyri at møta nýggjum fólki
  • Skiftandi arbeiðstíðir eftir vaktarætlan

Løn sambært avtalu
Hevur hetta tín áhuga? Send okkum títt CV og eina stutta umsókn til trondmartin@nlh.fo í seinasta lagi 31. mai.

Vit gleða okkum at frætta frá tær!

Norðurlandahúsið er eitt norðurlendskt lista- og mentanarhús við einari sera fjøltáttaðari skrá. Gjøgnum okkara arbeiði eru vit ein av týdningarmestu amboðunum hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum í politisku raðfestingini av norðurlendska mentanarsamstarvinum. Norðurlandahúsið umsitir Tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins. Í Norðurlandahúsinum starvast 16 fólk.

Líknandi størv

Starvsfólk til serøkið í Suðuroy   Faroe Islands nýtt
15. maj 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið