Bakkafrost
Útgivið
17. april 2026
Útgongur
17. maj 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Lærupláss, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Hevur tú hug at arbeiða í einum altjóða umhvørvi – har tú ert tætt upp á flogvinnu, logistikk og útflutning? Nú hevur tú møguleikan at koma í læru sum skrivistovufólk (EUX) við sergrein í speditión og shipping hjá FarCargo.

Læruplássið
Sum lærlingur hjá FarCargo verður tú partur av einum toymi, har tingini ganga skjótt, og har tú veruliga sært úrslitið av tínum arbeiði.

Vit arbeiða við at flyta alskins farm til Føroya, umframt at tryggja, at laksur verður fluttur trygt og skjótt til kundar kring allan heimin – og tú verður ein týdningarmikil partur av hesum.

Tú kemur m.a. at arbeiða við at:

  • samskipa flogflutning av vøru til og úr Føroyum
  • samskifta við kundar, agentar og samstarvsfelagar
  • planlegging og uppfylging
  • gera og avgreiða útflutningsskjøl og váttanir
  • arbeiða við bókingum og farmaskjølum

Hjá FarCargo arbeiða vit tætt saman í einum lítlum dynamiskum toymi, har øll hjálpa hvørjum øðrum. Tú kemur at hava samband við nógv ymisk fólk innanhýsis og uttanhýsis, og til tíðir kann ferðin vera høg. Vit arbeiða í tøttum samstarvi við søludeildina hjá Bakkafrost. Tú fært ríkiligan møguleika at læra og fáa góðar førleikar til tína framtíðar yrkisleið. Tú sleppur eisini at royna nógv annað fyrifallandi arbeiði, so tú fært eina breiða fatan av økinum.

Starvsstaður er á Glyvrum. Tú kemur at vísa til stjóran.

Vangamynd
Vit leita eftir tær, sum:

  • hevur miðnámsútbúgving
  • hevur hug at læra og taka ábyrgd
  • dugir væl at samskifta (føroyskt, skandinaviskt og enskt)
  • arbeiðir skipað og kemur í mál við uppgávunum

Tú skalt trívast í einum gerandisdegi við høgari ferð. Til tíðir er arbeiðstrýstið stórt, og dagarnir kunnu vera langir, men so taka vit okkum at løttum aðrar tíðir. Vit trívast væl á deildini og eru góðir starvsfelagar hjá hvørjum øðrum. Tú nýtist ikki at kunna alt frammanundan – vit læra teg tað, tú hevur tørv á.

Skúlagongd
Samlaða lærutíðin er 2 ár, um tú hevur búskaparbreyt. Skúlagongdin er 8-10 vikur og fer fram í Danmark.

Um tú hevur aðra miðnámsútbúgvin, er lærutíðin umleið 5 vikur longri, sum er eyka skúlagongd. Les meira um útbúgvingina her.

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sum ásett fyri lærlingar í sáttmálanum hjá Samverk.

Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Hanus Jacobsen, stjóra, á tel 23 50 06, ella við t-brævi til: hajc@bakkafrost.com.

Umsókn
Søk starvið við at trýsta her. Umsóknarfreistin er 17. mai 2026. Starvsbyrjan er eftir avtalu.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið