Lýsing
Undirvísingarstýrið sóknast eftir dugnaligum skúlastjóra, ið umframt leiðsluevnir hevur áhuga í námsfrøðiligari og fakligari menning og hegni at átaka sær leiðsluábyrgd í skúlanum í Eysturkommunu.
Farloyvisstarvið sum skúlastjóri í skúlanum í Eysturkommunu verður lýst leyst til setan frá 15. mai 2026 ella so skjótt sum til ber og til 1. apríl 2030
Skúlastjórin hevur tikið sætið á Løgtingið og tí skal fyrivarni havast í mun til, at farloyvisstarvið kann enda fyrr, um farloyvistíðarskeiði hjá verandi skúlastjóra verður stytt. Virka verður eftir galdandi reglum á setanarøkinum.
Talan er um eitt spennandi, mennandi og avbjóðandi starv, har tú sum skúlastjóri skalt mynda skúlan námsfrøðiliga og fyrisitingarliga og ganga undan í samstarvi við avvarðandi samstarvspartar og myndugleikar.
Í skúlanum í Eysturkommunu eru 241 næmingar í 1.-7. flokk skúlaárið 2025/26. Skúlin er staðsettur bæði í Leirvík og við Gøtugjógv. Tað eru normerað 22 fulltíðarstørv sum lærarar og 2 størv sum námsfrøðingar í skúlanum í Eysturkommunu.
Tú kanst lesa meira um skúlan í Eysturkommunu á www.skeyk.fo
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava:
- útbúgving sum fólkaskúlalærari og antin hava nomið ella nema sær góðkenda leiðsluútbúgving
- viðkomandi starvsroyndir
- førleika at leiða og fyrisita
- góð samstarvsevni við næmingar, starvsfólk, foreldur og við avvarðandi myndugleikar og samstarvsfelagar
- hegni at virka fyri trivnaði og menning hjá næmingum og starvsfólkum
- eina tilgongd til leiðslustarvið, ið er kveikjandi og er opin fyri nýhugsan og møguleikum
- førleika at fíggjar- og rakstrarstýra
- innlit í viðkomandi lógarverk, so skúlin verður leiddur og virkar eftir galdandi lógarverki
Lønar- og setanartreytir
Skúlastjórastarvið í skúlanum í Eysturkommunu er flokkað sambært galdandi avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag í lønarflokki 35-1. Mánaðarlønin er í løtuni kr. - 49.477,55 umframt 17% í eftirløn.
Starvið er sáttmálasett í farloyvistíðarskeiðnum.
Setanarøkið er undir Mentamálaráðnum við tænastu í skúlanum í Eysturkommunu. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum.
Umsóknir
Umsókn saman við avriti av prógvum, lívsrensli og møguligum viðmælum skal verða Undirvísingarstýrinum í hendi í seinasta lagi -1. mai 2026 kl. 12.00.
Starvið verður sett frá 15. mai 2026 ella skjótast gjørligt.
Umsóknin verður stílað til: Undirvísingarstýrið, postsmoga 9, Hoyvíksvegur 72, 110 Tórshavn ella við t-posti: uvs@uvs.fo
Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu venda sær til Vagn Foldbo, deildarleiðara á vagnf@uvs.fo ella á 200900.
Undirvísingarstýrið er eind undir Mentamálaráðnum. Undirvísingarstýrið tekur sær av fyrisitingarligum uppgávum í undirvísingarverkinum. Sí nærri lýsing á www.uvs.fo