Lýsing
Søkt verður eftir fysioterapeuti til farloyvisstarv á Suðuroyar Sjúkrahúsi til setan 1. august 2026 til og við 31. juli 2027. Starvið er við setanarbroti 1,0 svarandi til 40 tímar um vikuna, ella eftir nærri avtalu.
Um okkum
Vit eru eitt vælvirkandi nýmótans sjúkrahús og taka imóti sjúklingum úr øllum Føroyum. Her starvast áleið 130 fólk í ymiskum fakbólkum.
Í Ergo- og Fysioterapiini starvast starvast 4 fysioterapeutar, 1 ergoterapeutur og 1 heilsurøktari.
Vit eru ein nútímans ergo- og fysioterapi, har bæði innlagdir og ambulantir sjúklingar fáa viðgerð eftir tilvísing frá lækna. Eisini bjóðar deildin Parkinson-endurvenjing tvær ferðir um árið, eftir ávísing frá serlæknum í neurologi