Lýsing
Brennur tú fyri at arbeiða við børnum og familjum í viðbreknum støðum? Trívist tú við at sameina relatiónsarbeiði, fakliga greining og sjálvstøðugt ábyrgdararbeiði? Og vilt tú vera partur av einum tvørfakligum tilboði, har nærvera, faklig dýpd og virðing fyri menniskjum ganga hond í hond?
So kann hetta vera starvið fyri teg.
Um Familjutænastuna
Familjutænastan er eitt fyribyrgjandi og serkunnleika-grundað tilboð undir Barnaverndarstovu Føroya, sum arbeiðir fyri at fyribyrgja, at børn verða sett heiman. Vit loysa uppgávur fyri barnaverndartænasturnar kring landið og veita kanningar, ráðgeving og viðgerð til familjur, sum hava avbjóðingar í foreldraleiklutinum og fegnar vilja hava hjálp.
Familjutænastan er bæði eitt útkoyrandi toymi og eitt døgntilboð, og innsatsurin verður altíð lagdur eftir tørvinum hjá familjunum – frá viðgerð og vegleiðing í heiminum til meira samanhangandi og intensivar viðgerðartilgongdir, tá tørvur er á tí.
Vit arbeiða út frá einum mentaliseringargrundaðum og AMBIT-inspireraðum grundarlagi, har dentur verður lagdur á at skilja børn, foreldur og netverk í teirra samlaða samanhangi. Okkara tilgongd byggir á forvitni, refleksión og opinleika fyri ymiskum perspektivum, umframt at vit leggja dent á at skilja, áðrenn vit taka støðu og handla. Arbeiðið fevnir bæði um at kanna og meta um tørvin hjá barninum og familjuni, og um at skapa menning og broyting gjøgnum viðgerð og ráðgeving.
Toymið í Familjutænastuni fevnir í dag um ein sálarfrøðiligan leiðara, tveir sálarfrøðingar og tríggjar familjuviðgerar við ymiskum tvørfakligum bakgrundum. Vit arbeiða tætt saman og leggja dent á fakliga sparring, refleksión og samábyrgd í arbeiðinum. Samstundis eru vit framvegis í einari menningartilgongd, har tænastur og arbeiðshættir verða mentir víðari í samljóði við tørvin hjá barnaverndartænastunum.
Um starvið
Starvið er sum útgangsstøði eitt fulltíðarstarv. Setan er frá 1. oktober 2026 ella eftir nærri avtalu.
Sum familjuviðgeri verður tú ofta høvuðskontaktpersónur hjá familjuni og hevur ábyrgd av at tryggja framdrátt, samanhang og fakliga dygd í arbeiðinum kring einstøku familjuna. Í flestu málum arbeiðir tú tætt saman við einum sálarfrøðingi, har tit í felag leggja viðgerðina til rættis, deila eygleiðingar og reflektera um gongdina í málinum. Familjuviðgerin hevur ein týðandi leiklut í tí dagliga arbeiðinum við familjuni og arbeiðir sjálvstøðugt við viðgerð, eygleiðing, skjalfesting og uppfylging, meðan sálarfrøðingurin hevur viðgerðarfakligu ábyrgdina og ta yvirskipaðu fakligu ábyrgdina í málinum. Í summum málum, har tørvurin er meira avmarkaður, verður arbeiðið skipað við størri sjálvstøðugari ábyrgd hjá familjuviðgeranum.
Arbeiðið fer fram bæði í heimunum hjá familjunum, í hølunum hjá Familjutænastuni og í tøttum samstarvi við barnaverndartænastur og onnur fakfólk. Arbeiðstíðin verður løgd til rættis eftir tørvinum hjá familjunum og teimum fyriskipanum, sum eru í gongd. Tí kann arbeiðið fevna um bæði dag-, kvøld- og vikuskiftisarbeiði.
Tínar uppgávur fevna m.a. um:
- familjuviðgerð, ráðgeving og vegleiðing til familjur í viðbreknari støðu
- eygleiðing av samspæli, foreldraførleikum og familjudynamikkum
- netverksarbeiði og tvørfakligt samstarv kring familjuna
- sjálvstøðuga málsstýring og ábyrgd fyri framdrift í egnum málum og viðgerðarætlanum
- journalføring, fakliga skjalfesting og skrivligt arbeiði
- at lýsa, greina og miðla fakligar eygleiðingar og metingar
- luttøku í tvørfakligum metingum og tilmælum til barnaverndartænastur
- samstarv við sálarfrøðingar um at fyrireika, fremja og fylgja upp á kanningar, metingar og viðgerðartilgongdir
- luttøku í viðgerðarkonferensum, supervisión og fakligari menning í toyminum
Ein týðandi partur av starvinum er at eygleiða, skilja og seta orð á tað, tú sært. Vit arbeiða bæði við smálutum og í heildarmyndum og leggja dent á at skilja, hvussu einstakar eygleiðingar hanga saman við trivnaði, menning og tørvinum hjá barninum.
Arbeiðið fevnir tí bæði um at skapa broyting saman við familjuni og um at skjalfesta og miðla fakligar metingar, sum kunnu nýtast sum grundarlag fyri víðari avgerðum og fyriskipanum.
Vit vænta, at tú
hevur eina fakliga bakgrund og royndir, sum hava givið tær sterkar førleikar at arbeiða við børnum og familjum í viðbreknum støðum. Tað kann t.d. vera ein miðallong útbúgving sum námsfrøðingur, sosialráðgevi, sjúkrarøktarfrøðingur, heilsufrøðingur ella lærari. Tað kann eisini vera ein onnur viðkomandi grundútbúgving saman við akademiskari eftir- ella víðariútbúgving, sum hevur givið tær sterkar førleikar í arbeiðinum við børnum og familjum. Vit leggja størri dent á tínar fakligu førleikar, arbeiðshátt, royndir og persónligu eginleikar enn á eina ávísa grundútbúgving ella eftirútbúgving.
Harumframt er tað umráðandi, at tú:
- hevur vitan um menningarsálarfrøði, tilknýti, sálarløst, mentalisering og líknandi viðkomandi øki
- hevur góð eygleiðingar- og greiningarevni
- dugir at eygleiða, reflektera og miðla fakliga og virðiliga í skrift og talu
- trívist við skjalfesting, frágreiðingum og fakligum skrivligum arbeiði
- hevur áhuga og hegni at menna teg sjálva/n og fakliga felagsskapin í tráð við eina mentaliseringargrundaða mentan, har útgangsstøðið er forvitni og opinleiki
Vit vita, at ymisk sløg av royndum kunnu geva sterkar førleikar, og tú ert eisini vælkomin at søkja, hóast tú ikki kennir teg at lúka allar treytirnar omanfyri.
Fyrimunir
Hetta eru ikki krøv, men dømi um royndir og útbúgving, sum kunnu vera ein styrki í starvinum. Vit meta tað sum ein fyrimun, um tú:
- hevur viðkomandi eftir- ella víðariútbúgving ella aðrar serligar viðkomandi fakligar førleikar
- hevur royndir við netverksarbeiði og tvørfakligum samstarvi
- hevur royndir við at gera fakligar metingar, at skriva frágreiðingar ella at samstarva við myndugleikar
- hevur arbeitt við familjum, har álvarslig stúran hevur verið um trivnað og menning hjá børnum
Kennir tú teg ikki aftur í øllum omanfyri, kanst tú kortini vera tann rætta/rætti til starvið – vit leggja stóran dent á fakligan vilja, hugin at læra og samstarvsevni.
Vit ynskja okkum umsøkjarar, sum
- hava hug at vera við til at víðarimenna Familjutænastuna og menna okkara arbeiðshættir
- hava evni at skapa samband, vísa virðing og forstáilsi í arbeiðinum við familjum í ymiskum útsettum støðum
- megna at sameina relatiónsarbeiði og fakliga meting
- duga at reflektera yvir egið virksemi og taka virknan lut í fakligari sparring og felags menning
- megna at arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd fyri egnum málum, samstundis sum tey duga at brúka sparring og tvørfakliga refleksión
- duga at standa við fakligum metingum samstundis sum tey eru opin fyri sparring, nýggjari vitan og øðrum perspektivum
Vit bjóða
- eitt fakliga sterkt og tvørfakligt arbeiðsumhvørvi
- góðar umstøður fyri sparring og supervisión
- tætt samstarv við sálarfrøðingar og aðrar familjuviðgerar
- høvi at seta tín dám á hetta týdningarmikla arbeiðsøki
- møguleika fyri fakligari førleikamenning
Setanartreytir og nærri upplýsingar
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Camillu Henanger, leiðara á Familjutænastuni, á telefon 288920, ella til Oddbjørg Balle, leiðara á Barnaverndarstovu Føroya, á telefon 225696.
Tann ið verður sett/ur, skal játta, at barnaváttan verður umbiðin. Fyri at verða sett/ur í starv, skal umsøkjarin hava reina barnaváttan.
Send umsókn, lívsrensl og onnur viðkomandi skjøl til camilla@bvs.fo í seinasta lagi 4. august 2026, viðmerk “Umsókn”. Setanarsamrøður verða væntandi í viku 33.
Barnaverndarstova Føroya er ein felagskommunalur stovnur, sum virkar fyri at styrkja og samskipa barnaverndarøkið í Føroyum. Ábyrgdarøkini hjá Barnaverndarstovuni eru í høvuðsheitum at veita ráðgeving og skipa undirvísing til barnaverndartænasturnar kring landið, at skipa og umsita Fosturforeldraskipanina og at umsita og samskipa arbeiðið í Barnahúsinum. Les meira á bvs.fo.
Fyrisitingarliga liggur Barnaverndarstovan undir Kommunufelagnum.
Barnaverndarstova Føroya heldur til í Kommunuhúsinum í R. C. Effersøesgøtu 26, Tórshavn saman við Kommunufelagnum, Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya, SSP-samstarvinum og Listaleypinum.