Lýsing
Kundi tú hugsað tær at verið partur av góða toyminum á Tjaldurs Apoteki?
So eru avloysarastørv leys at søkja frá 15.oktober 2026 og eitt ár fram ella eftir avtalu. Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna ella eftir avtalu.
Uppgávur
- Allar vanligar apoteksuppgávur sum t.d. kundaavgreiðsla, reseptavgreiðsla, avgreiðsla av sendingum v.m.
- Eisini er møguleiki fyri øðrum uppgávum eftir áhuga og førleika
Vit vænta, at
- Tær dámar avbjóðingar
- Tú hevur góð samstarvsevni og trívist væl í einum toymi
- Tú ert tilvitað/ur um góða kundatænastu
Vit bjóða
- Eitt spennandi starv, har tú verður partur av einum dugnaligum starvsfólkatoymi
- Eitt starvspláss, har trivnaður og faklig menning verða raðfest
- Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Farmakonomforeningen
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú seta teg í samband við Petur Oluf Joensen, apotekara, peturoluf.joensen@apotek.fo, Beintu Joensen, deildarleiðara, beinta@apotek.fo, ella ringja til Tjaldurs Apotek á tlf. 404040.
Umsókn, saman við prógvi, CV og møguligum viðmælum, skal sendast til peturoluf.joensen@apotek.fo ella beinta@apotek.fo
Umsóknarfreist
Umsóknir verða viðgjørdar leypandi, og størvini sett sum skjótast.
Seinasta freist at søkja størvini er 8. november 2026.