Strandfaraskip Landsins
Útgivið
8. april 2024
Útgongur
21. april 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ert tú lesandi og kemur tú heim í summar? Hygg so her!

Strandferðslan søkir eftir einum summarfrítíðaravloysara sum hjálparfólk til fíggjardeildina. Vit sóknast eftir tær. ið hevur áhuga í bókhaldi og rokniskapi, umframt at tú hevur áhuga í at arbeiða tvørfakligt og at átaka tær fjøltáttaðar uppgávur. Tað er ein fyrimunur um tú hevur útbúgving, ert lesandi ella hevur royndir innan økið, tó er hetta ikki eitt krav.

Starvið
Sum partur av fíggjardeildini fært tú innlit í Búskaparskipan landsins og annars uppgávum, ið deildin hevur ábyrgdina av.

Dagliga virksemi í starvinum fevnir m.a. um at

- avstemma kreditorar, debitorar og bankar
- móttaka rokningar, kontera og senda til góðkenningar

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Talan er um eitt frítíðaravloysarastarv sum fíggjarfólk at byrja 1. juli ella eftir avtalu og til summarferian er liðug.

Dagligi arbeiðsstaðurin er á Tvøroyri. Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Umsóknarfreistin er 21. apríl 2024 á midnátt. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Dan Djurhuus, fíggjarleiðara, á tlf. 293025 ella umvegis teldupost á dad@ssl.fo.

Vit tilskila okkum rættin til ikki at seta umsøkjarar, um ongin skikkaður umsøkjari er til starvið.

Søk starvið her: Starvslýsing (ssl.fo)

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið