Viðgerðarheimið Heilbrigdi
Útgivið
12. april 2024
Útgongur
5. maj 2024
Staður
Norðuri á Heyggi 3, FO-176 Velbastaður, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
heilbrigdi@heilbrigdi.fo

Lýsing

Heilbrigdi er viðgerðarstovnur, sum viðgerð rúsevnismisnýtarar.

Ert tú forvitin og vilt vita meira um okkum, ber til at lesa inni á www.heilbrigdi.fo

Lýsing:
Sum sjúkrarøktarfrøðingur á Heilbrigdi, kemur tú millum annað at starvast innan visitatión, avrúsing og heilivágsviðgerð, saman við okkara læknum og starvsfólkum annars.

Søkt verður eftir:
Sjúkrarøktarfrøðingi til fast fulltíðarstarv á 1,0 brøk ella eftir avtalu Arbeitt verður í dagvaktum vanligar yrkadagar.

Førleikakrøv:

  • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Hevur hug og hegni at arbeiða við misnýtarum
  • Evni at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
  • Dámar avbjóðingar og hevur vilja og evnir at royna nýggjar leiðir
  • Hevur koyrikort
  • Reina revsiváttan

Vit bjóða tær:

  • Eitt spennandi starv við sjálvstøðugum og avbjóðandi uppgávum
  • Góðar møguleikar fyri bæði persónligari og fakligari menning
  • Møguleika at seta tín dám á og verða partur av framhaldandi at menna tænasturnar hjá Heilbrigdi
  • Ein innihaldsríkan arbeiðsdag í einum meiningsgevandi umhvørvi

Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Starvið veðru lýst til setanar frá 1. juni 2024 ella so skjótt tað er gjørligt

Heilbrigdi skilar sær rætt til at søkja av nýggjum, um mett verður, at skikkaður umsøkjari ikki søkir.

Umsókn verður at senda til:
Viðgerðarheimið Heilbrigdi á Velbastað
Norðuri á Heyggi 3
FO-176 Velbastaður
Att.: Annika Holm, stovnsleiðara
ella teldupost: heilbrigdi@heilbrigdi.fo

Umsóknarfreistin er 5. mai 2024

Nærri fæst at vita um starvið við at vernda sær til Anniku Holm, stonvnsleiðara á telefon 580379 ella á teldupost annika@heilbrigdi.fo

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið