Gigni
Útgivið
19. april 2024
Útgongur
6. maj 2024
Staður
Niels Finsensgøta 37, Postboks 132, 110 Tórshavn, Faroe Islands
T-post
heilsutrygd@heilsutrygd.fo

Lýsing

Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur tikið stig til nýggja skipan við heilsufrøðingum á miðnámi. Ætlanin er, at skipanin fer í gongd við skúlaársbyrjan 2024.

Talan er um 2 størv við normering 0,4, t.v.s. í miðal 16 tímar um vikuna.

Setanarøkið er alt landið, og væntað verður, at báðir heilsufrøðingarnir samstarva, soleiðis at teir í felag røkja allar miðnámsskúlarnar í øllum økjum í Føroyum.

Hetta merkir, at heilsufrøðingarnir við hvørt arbeiða hvør í sínum lagi, og við hvørt sum eitt toymi, tá talan er um serlig átøk.

Góður møguleiki er fyri at hava hesi størv umframt onnur størv í t.d. Gigni. Heilsufrøðingarnir á miðnámi verða partur av starvsfólkahópinum hjá Gigni, sum gevur góðar samstarvs- og sparringsmøguleikar.

Arbeiðsuppgávur:
Í fyrstu atløgu verður dentur lagdur á undirvísing. Hetta merkir, at heilsufrøðingarnir skulu vera til reiðar at undirvísa og hava framløgur fyri flokkum og bólkum av næmingum.

Talan er um eitt nýtt starvsøki hjá Gigni, so sannlíkt verða størvini tillagað nakað sum frálíður.

Vit kunnu bjóða:

  • sjálvstøðugt, spennandi og avbjóðandi starv
  • fakligt mennandi umhvørvi
  • at vera partur av einum samstarvstoymi við jaligum og eldhugaðum starvsfelagum

Førleikar og eginleikar:

Vit vænta, at tú...

  • hevur útbúgving sum heilsufrøðingur
  • hevur løggilding sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • hevur góð evnir at samstarva við leiðslu, starvsfelagar og onnur
  • ert ábyrgdarfull/-ur og álitisvekjandi
  • ert áhugað/-ur í fakligari menning
  • gevur samtykki til, at Gigni útvegar barnaváttan um teg sambært §2 í barnaváttanarlógini, áðrenn setanin kann vera framd.

Yvirskipað kann væntast, at raðfestingar og mannagongdir kunnu broytast í sambandi við menningartilgongdir. 

Lønar- og setanartreytir:
Løn sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til heilsutrygd@heilsutrygd.fo ella til Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-700 Klaksvík.

Umsóknin skal verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi mánadagin 6. mai 2024.

Vilt tú vita meira um størvini, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sólrun Foldbo, fakligan stjóra, solrunf@gigni.fo tlf. 562394.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið