TAKS
Útgivið
11. september 2026
Útgongur
4. oktober 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vilt tú vera við til at tryggja, at fyritøkur í Føroyum rinda rættan skatt?

Søk starvið sum fulltrúi á virkisskattadeildini hjá TAKS.

Um starvið

Tú kemur í eitt sterkt fakligt umhvørvi við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum, fleksiblum arbeiðsumstøðum og góðum møguleikum fyri fakligari menning.

Tú fært ábyrgd og arbeiðir bæði við málum, sum kunnu avgreiðast skjótt, og við prinsipiellum spurningum, har tú fært brúk fyri øllum tínum fakligu førleikum og metingarevnum.

Saman við royndum starvsfeløgum tryggjar tú soleiðis føroyskum fyritøkum góða fakliga vegleiðing og rætta skattliga viðgerð.

Tú fert at:

  • gera skattaeftirlit
  • svara skattligum fyrispurningum
  • vegleiða virkir um skattaviðurskifti
  • skipa og raðfesta arbeiðið á deildini saman við starvsfeløgunum

Um teg

Tú hevur viðkomandi hægri útbúgving í skattarætti, vinnurætti ella roknskapi, til dømis HA(jur.), HD-R, cand.merc.jur. ella cand.merc.aud.

Vit vænta, at tú:

  • hugsar klókt og sakliga
  • arbeiðir við tolni og nærlagni
  • hevur lætt við at skapa yvirlit og síggja samanhangir
  • tekur sjálvstøðugar avgerðir og grundgevur fyri teimum
  • skrivar væl á føroyskum og hevur gott tak á enskum og donskum
  • hevur góðar telduførleikar og setir teg skjótt inn í nýggjar KT-loysnir

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur arbeitt við fløktum skattaviðurskiftum fyrr og kennir til almenna fyrisiting.

Ynskiligt er eisini, at tú dugir at brúka vitlíki og kanst meta um, hvussu tað kann koma til gagns í arbeiðinum.

Setanarviðurskifti

Talan er um fast fulltíðarstarv við starvsbyrjan 1. desember 2026 ella skjótast gjørligt.

Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Starvsstaðurin er í løtuni hjá TAKS í Havn ella Saltangará, alt eftir avtalu. Setanarøkið fevnir um alt TAKS og kann eisini fevna um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir ráðnum.

Umsóknarfreistin er 4. oktober 2026.

Søk starvið við at fylla út talgilda umsóknarblaðið.

Viðheft umsókn, lívsrensl, prógv og møgulig viðmæli.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Poulu á Líðarenda, deildarstjóra, á tlf. 35 26 00 ella teldupost pl@taks.fo.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið