Lýsing
Vit søkja eftir tænastusinnaðum handilsfólki til vaksandi virksemi at byrja sum skjótast.
Vit vænta, at tú hevur royndir innan handil, ert fyrikomandi, tænastusinnaður og fert hugaliga til verka.
Arbeiðsstað
Tú kemur at starvast í bygningi okkara á Heykavegi 3 á Hálsi, har tú, saman við okkara starvsfólkatoymi í Køks- og Veitslubúðini verður ein týðandi liður í dagliga virkseminum.
Arbeiðsuppgávur
Tú kemur at avgreiða og ráðgeva kundar, bæði privat- og vinnukundar, umframt alt vanligt handilsarbeiði.
Arbeiðstíðin
Tú kemur at í mesta mun at arbeiða gerandisdagar frá kl. 10-14:30. Lukkivaktir og vikuskiftisvaktir kunna koma fyri.
Vit bjóða tær eitt áhugavert starv í einari fyritøku í støðugari menning. Vit hava eitt spennandi vøruúrval við fleiri enn 6000 vørum. Í okkara kundaskarða eru frá siðbundna føroyinginum til størri køkar, fyriskiparar av ymsum slag, tey, ið halda veitslur, bøndur, vinna og tað almenna.
Spurningar ella ivamál?
Nærri kunning fæst við at venda sær til Bjørg Dam tlf. 211428 ella á teldupost bjorg@thomasdam.fo
Umsóknin saman við evt. prógvum og viðmælum skal sendast til post@thomasdam.fo.
Freistin at søkja er 30. apríl. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Thomas Dam varð stovnað í 1946 og hava vit síðani innflutt og framleitt vørur til føroyska marknaðin. Vit leggja okkum eftir funktionaliteti, haldbari og góðsku og vit stremba at hava besta úrval og tænastu til okkara kundar.
Thomas Dam á Hálsi
Heil- og smásøla
Heykavegur 3, Tórshavn
Tel: 311400
post@thomasdam.fo