Landsverk
Útgivið
11. september 2026
Útgongur
23. september 2026
Staður
Faroe Islands
Slag
Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vit leita eftir dugnaligum og álítandi maskinisti ella handverkara til smiðjuna í Kollafirði, at byrja skjótast til ber.

Arbeiðsuppgávur

Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um:

  • at vera við í fyribyrgjandi viðlíkahaldi av útgerð
  • feilfinning og umvæling av maskinum, bilum og øðrum framleiðslutólum, so sum knúsarum og asfaltverki
  • annað arbeiði í smiðjuni

Førleikakrøv

Tú hevur viðkomandi útbúgving sum maskinist, entreprenørmaskinsmiður, maskinsmiður, bilsmiður ella líknandi. Ert tú sjálvlærd/-ur við drúgvum royndum innan líknandi arbeiði, ert tú eisini vælkomin at søkja.

Stóra koyrikortið er ein fyrimunur, tó ikki ein treyt. Hinvegin er tað eitt krav, at tú hevur vanliga koyrikortið.

Sum persónur ert tú forvitin og hevur hug at seta teg inn í nýtt arbeiði. Harafturat vænta vit, at tú ert dugnalig/-ur og arbeiðssom/-samur. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, ert fyrikomandi og gevur eitt jaligt íkast til arbeiðsplássið.

Á Landsverki seta vit trygdina í hásæti. Tí er umráðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at uppgávunum.

Setanarviðurskifti

Talan er um fastlønt fulltíðarstarv. Roknast kann við nakað av yvirtíðararbeiði og tilkallivakt um veturin.

Løn og setanarviðurskifti annars eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Umsókn

Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (CV) skal sendast við at trýsta her.

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 23. september 2026.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Magna Berg, smiðjuformann, á tlf. 340 751 ella teldupost mabe@lv.fo.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið