Lýsing
Ynskir tú at gerast ein partur av okkara starvsfólkahópi? Ynskir tú at menna tínar fakligu førleikar og royndir innan demensøkið? So er tað tær vit leita eftir til Tjarnarlon.
Tjarnarlon er dag- og kvøldtilboð til fólk við demens, har pláss er fyri 12 fólkum um dagin og 10 um kvøldi. Opið er mánadag til fríggjadag í dagtímunum og mánadag til hósdag í kvøldtímunum.
Demensdepilin er staðsettur á Tjarnargarði, demensdeildin Kristianslon, dag- og kvøldtilboðið Tjarnarlon og kommunala demenssamskipanin eru partur av deplinum.
Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, námsfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og hjálparfólk.
Á Demensdeplinum verður dentur lagdur á, at starvsfólk stuðla undir lívsgóðskuni og samleikanum hjá húsfólkunum. Demensrøktin er tillagað hvønn einstaka fyri at tryggja ein tryggan og innihaldsríkan gerandisdag. Húsfólk luttaka aktivt í gerandisuppgávum og stórur dentur verður lagdur á aktivitetir. Tilvitskan um persónligar eginleikar og fakligu dygdina hava stóran týdning fyri demensrøktina. Arbeitt verður støðugt við at tryggja og menna dygdina, og dentur verður lagdur á at arbeiða viðurkennandi og samstarvssinnað, so húsfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.
Kommunala demenssamskipanin er knýtt at Demensdeplinum, har veitt verður ráðgeving, vegleiðing og undirvísing til heimabúgvandi borgarar við demenssjúku og teirra avvarðandi. Endamálið við demenssamskipanini er at veita eitt tvørfakligt heildartilboð til borgaran við demenssjúku, so tíðliga í sjúkugongdini sum møguligt, so borgarin kann varðveita førleikar sum longst og hava eitt virkið og innihaldsríkt lív hóast sjúkuna. Ein liður í hesum er, at demenssamskiparir á Demensdeplinum tíðliga í sjúkugongdini vera knýttir at heimabúgvandi borgarum við demenssjúku.
Grundarsteinarnir undir tvørfakliga virkseminum á Demensdeplinum eru sostatt fyribyrging, heilsufremjan og endurvenjing, umframt røkt og umsorgan.
https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-stoerv?job=145061