Suðuroyar Sparikassi
Útgivið
10. oktober 2026
Útgongur
31. oktober 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Fulltíðarstarv
T-post
ss@ss.fo
Heimasíða
Bústaður
Vágur

Lýsing

Suðuroyar Sparikassi – einasti bankin við høvuðssæti í Suðuroynni – søkir deildarleiðara til deildina í Vági

Hóast vit eru 4. størsti peningastovnur í Føroyum, eru vit ein lítil banki, har arbeiðið er fjølbroytt og samstarvið tætt. Vit leita eftir tær, sum brennir fyri at leiða, menna, hugkveikja og flyta starvsfólk rætta vegin. Tú fært saman við kundastjóranum ábyrgdina av at leiða og menna kundadeildina í Vági.

Vit vænta, at tú dugir væl at geva íblástur og menna starvsfólk, so tey alsamt veita kundum okkara bestu ráðgevingina, eins og tú hevur eitt inniligt ynski um at menna nærumhvørvið og vera andlitið hjá bankanum í Suðuroy.

 

Førleikakrøv

Vit vænta, at tú:

  • hevur royndir við bankavirksemi
  • hevur eina viðkomandi millumlanga ella hægri útbúgving frá hægri lærustovni.
  • hevur leiðsluroyndir
  • ert hugkveikjandi, fyrikomandi, ágrýtin, fleksibul og miðar eftir úrsliti til frama fyri kundan og bankan.

Sum leiðari verður væntað av tær, at tú kanst handfara krevjandi støður, ikki óttast avbjóðingar og trívist við fjølbroyttum uppgávum.

 

Upplýsingar um starvið

Hevur tú hug at frætta meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við

Søren L. Bruhn, stjóra, á telefon 239872 ella á soren@ss.fo ella Rúna Heðinson, kundastjóra, á telefon 239873, ella á runi@ss.fo.

Starvsbyrjan er eftir avtalu.

 

Umsókn
Umsókn skal sendast til Suðuroyar Sparikassa, Vágsvegur 60, 900 Vágur, mótt.: Søren L. Bruhn, ella til soren@ss.fo.

 

Umsóknarfreistin er 19. oktober 2026

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið