Lýsing
Sumbiar kommuna søkir eftir leiðara til dagrøktina í Sumba.
Talan er um eitt spennandi og sjálvstøðugt starv á 30 tímar um vikuna, við fleksiblari arbeiðstíð,
har tú fært ábyrgdina av dagliga rakstrinum og menningini av dagrøktini.
Arbeiðsuppgávur
- Daglig leiðsla og rakstur av dagrøktini
- Leiðsla og samskipan av starvsfólkunum
- At tryggja børnunum ein tryggan, mennandi og innihaldsríkan gerandisdag
- Námsfrøðilig planlegging og menning av virkseminum
- Samstarv við foreldur, kommunu og aðrar viðkomandi partar
- Fyrisitingarligar og organisatoriskar uppgávur í sambandi við raksturin
Vit vænta, at tú:
- Hevur námsfrøðiliga útbúgving
- Hevur áhuga í leiðslu og góð samstarvsevnir
- Ert ábyrgdarfull/ur og sjálvstøðug/ur
- Hevur góð samskiftisevni
- Hevur evni at motivera og stuðla starvsfólkum
- Hevur áhuga fyri trivnaði og menning hjá børnum
- Dugir væl føroyskt í talu og skrift
Vit bjóða:
- Eitt spennandi og fjølbroytt starv
- Fleksibla arbeiðstíð
- Møguleika at seta tín dám á dagrøktina
- Gott samstarv við foreldur og kommunu
- Løn og setanartreytir sambært galdandi sáttmála
Umsókn
Umsókn við prógvum og viðkomandi upplýsingum skal sendast til Sumbiar kommunu í seinasta lagi
23. juni 2026.
Afturgangur
Byrjast kann í starvinum eftir nærri avtalu.
Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar fáast hjá Sumbiar Kommunu:
Eyðbjørn Thomsen
et@sumba.fo
570330
Sumbiar Kommuna
– fyri trivnað og góðar karmar hjá okkara yngstu borgarum.