Lýsing
Vit søkja eftir einum leiðara til Ellisheimið. Á Ellisheiminum búgva 24 fólk. Ellisheimið er væl skipa við góðum starvsfólki og góðum trivnaði.
Vit søkja eftir einum leiðara, sum hevur áræði og dugir at fáa fylgiskap. Ein leiðari, sum dugir at skipa dagligdagin og seta tiltøk í verk.
Ein leiðari, sum gongur høgt uppí fakliga dygd eins væl og trivna fyri bæði búfólk, avvarðandi og starvsfólk
Eftir ætlan flytur virksemi á Ellisheiminum í nýggja røktarheimi, sum í løtuni verður bygt á Stórubrekku Hetta verður í 2028. Leiðarin á Ellisheiminum flytur við og verður deildarleiðari á einari deild á nýggja heiminum. Hetta merkir, at partur av arbeiðinum komandi tíðina verður at fyrireika bæði flyting og at byrja nýggja deild á nýggjum stað.
https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-stoerv?job=145014