Lýsing
Ert tú sjúkrarøktarfrøðilesandi, undir útbugving til heilsurøktara, heilsuhjálpara, ella tekur tú aðra viðkomandi útbúgving? Hevur tú hug at arbeiða nakrar vikuskiftisvaktir um mánaðin á einum hugnaligum røktaraheimið, so hevur tú møguleikan.
Dámar tær at arbeiða við menniskjum, ert tú umsorgarnarfull/-ur, virðilig/-ur og árbyrgdarfull/-ur, so vilja vit fegin hoyra frá tær.
Heimarastova er ein røktardeild við 16 búplássum til fólk við ellisbrekum og varandi sjúkum. Á Heimarastovu stremba vit eftir høgum fakligum støði, einum heimligum umhvørvi og at veita dygdargóða røkt. Vit arbeiða viðurkennandi fyri at skapa ein gerandisdag, har húsfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott. Undir dagligari leiðslu av deildarleiðara og varadeildarleiðara, sum báðar eru sjúkrarøktarfrøðingar, kemur tú at starvast saman við øðrum sjúkrarøktarfrøðingum, heilsuhjálparum og hjálparfólkum. Tú gerst partur av einum starvsliðið, sum virkar fyri einum lærandi arbeiðsumhvørvi.