Vága Kommuna
Útgivið
31. maj 2023
Útgongur
19. juni 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vil tú menna eina framfýsna og fevnandi kommunu?

Vága kommuna leitar eftir einum dugnaligum og sjónligum leiðara, sum eisini dámar væl at veita dygdargóða tænastu til borgarar og vinnulív.

Vága kommuna er ein kommuna sum hevur ment seg nógv seinastu árini, og nú hevur tú møguleika at verða við til at menna kommununa enn meira. Kommunan hevur júst sett nýggja kós, har fleiri spennandi viðurskifti eru sett á dagsskránna. Her ímillum er býarmenning, tað at skapa nýskapandi karmar fyri vinnu, mentan og ferðavinnu og eisini at menna kommununa við fjøltáttaðum bústaðarmøguleikum og frítíðartilboðum.

Sum tekniskur leiðari fært tú leysar teymar at skipa arbeiði innan tekniska økið, júst sum tú ynskir. Í starvinum kemur tú at samstarva og samskifta við politikarar, starvsfólk, borgarar, vinnulív og aðrar áhugabólkar. Tú fær høvuðsábyrgdina av øllum virkseminum í Teknisku deild, og tú fært eisini beinleiðis tilvísing til kommunustjóran, og harvið fært tú stóra ávirkan á, hvussu Vága kommuna verður rikin.

Høvuðsuppgávurnar í Teknisku deild eru m.a. leiðsla av tekniska toyminum í umsitingini, leiðsla av arbeiðsformanni, leiðandi húsavørði, gartnara og havnaumsjónarfólkið, ráðgeving til politisku skipanina, býar og byggiplanlegging, stýring av kommunalum byggi- og viðlíkahaldsarbeiði, umframt fleiri aðrar spennandi uppgávur.

Nærri lýsing av starvinum, førleikakrøvum, setanartilgongd o.ø. síggjast í leiðaraprofilinum sum kann takast niður niðanfyri.

sí lýsing her

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið