Bakkafrost
Útgivið
24. juni 2026
Útgongur
15. juli 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv

Lýsing

Maskinmeistarar og handverkarar til tekniska toymið á Glyvrum
Ert tú maskinmeistari ella handverkari við áhuga fyri teknikki, viðlíkahaldi og rakstri? Trívist tú í einum arbeiði, har tú hevur ábyrgd av, at framleiðsluútgerðin koyrir trygt og effektivt?

So kanst tú gerast partur av tekniska toyminum hjá Bakkafrost á Glyvrum.

Starvið
Sum partur av tekniska toyminum á Glyvrum verður tín fremsta uppgáva at loysa tøkniligar avbjóðingar og hava ábyrgd av viðlíkahaldi, eftirliti og umvælingum av maskinum og útbúnaði. Endamálið er at tryggja støðugan, tryggan og effektivt rakstur í framleiðsluni.

Ítøkiliga er talan um fylgjandi uppgávur:

  • Vanligt arbeiði við maskinum, tekniskum skipanum og útbúnaði
  • Eftirlit, umvælingararbeiði og umstillingar av maskinum
  • Fyribyrgjandi og rættandi viðlíkahald
  • Tøknilig feilfinning og loysn av rakstrartrupulleikum
  • Skráseting í viðlíkahaldsskipan og eykalutagoymslu
  • Samstarv við framleiðslu, leiðslu og aðrar tekniskar funktiónir
  • At tryggja, at arbeiðið verður gjørt sambært galdandi trygdar-, góðsku- og reinføriskrøvum

Talan er um føst størv, og starvsstaðurin er á Glyvrum. Arbeitt verður í vaktum, og tú verður partur av vaktarskipanini.

Tín vangamynd
Vit søkja eftir maskinmeistarum og handverkarum við viðkomandi tekniskari útbúgving. Tú kanst t.d. vera maskinmeistari, maskinsmiður, elektrikari, mekanikari ella hava aðra viðkomandi handverksliga ella tekniska útbúgving.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við framleiðsluútgerð, viðlíkahaldi, el, automatikki, mekanikki ella tekniskum rakstri. Góðir førleikar innan el og stýringar kunnu vera ein fyrimunur, men eru ikki eitt krav.

Sum persónur ert tú væl skipaður og virkisfúsur. Tú hevur góð samstarvsevnir og megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi. Tú arbeiðir skipað, tekur ábyrgd og hevur ein jaligan hugburð til uppgávurnar.

Tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at vera ábyrgdarfull/ur, vísa virðing og vera íðin, effektiv/ur og framsøkin.

Vit bjóða
Vit bjóða eitt fjølbroytt og áhugavert starv við stórum fakligum og persónligum avbjóðingum í eini dynamiskari fyritøku í menning.

Tú verður partur av einum fakliga sterkum tekniskum toymi, har tú fært møguleika at arbeiða við nútímans framleiðsluútgerð og vera við til at tryggja ein støðugan og effektivan rakstur.

Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar og eina frálíka kantinu.

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Størvini verða sett sum skjótast.

Meira at vita
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Brian Højgaard, tekniskan leiðara, á tlf. 23 52 20 ella við telduposti til brho@bakkafrost.com.

Umsókn
Tú søkir starvið her.

Umsóknarfreistin
Umsóknarfreistin er 15. juli 2026. Størvini verða sett, tá skikkaðir umsøkjarar eru funnir.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið