Veðurstovan - Vørn
Útgivið
24. juni 2026
Útgongur
31. juli 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Partíðarstarv

Lýsing

Søkt verður eftir starvsfólki við viðkomandi útbúgving til eitt hálvtíðarstarv á Veðurstovu Føroya at byrja 1. september 2026.

Stutt um Veðurstovuna

Vit eru eitt lítið og tætt toymi, sum gera veðurvánir, veðurmátingar og veðurmiðling. Vit koyra roknitungar veður- og havmyndlar, umframt at vit menna forrit og tænastur til almennu føroysku veðurtænastuna.

Um starvið

Vit hava brúk fyri einum royndum og tøkniáhugaðum starvsfólki, ið kann stuðla undir roknitungu uppgávurnar á Veðurstovuni.

Talan er serliga um koyringar av veður-, hav- og aldumyndlum fyri føroyska økið, umframt røkt og menning av undirliggjandi telduskipanunum. Veðurstovan hevur granskarar innan ymisku fakøkini, sum nýggja starvsfólkið fer at arbeiða í tøttum samstarvi við.

Av tí at arbeiðsøkið er bæði breitt og spesialiserað við skiftandi samstarvsfelagum, er fyrimunur, um tú hevur royndir við líknandi "høggislokkastørvum" áður.

Førleikar

Vit vænta, at tú hevur útbúgving frá hægri lærustovni innan eitt viðkomandi, analytiskt fakøki.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur hollar royndir innan:

  • Teldumyndlan og dataviðgerð
  • Greining og forritan
  • Granskingarstuðli í breiðum høpi

Aðrir førleikar, sum dentur verður lagdur á:

  • Góð evni at samstarva á føroyskum, donskum og enskum
  • Hug og evni at arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst
  • At tú hevur lætt við at umstilla teg til nýggjar avbjóðingar

Løn og setanartreytir

Setanar- og lønartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelagið.

Starvið er eitt hálvtíðarstarv.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Bárður A. Niclasen, deildarleiðara á Veðurstovuni, á tlf. 231320 ella við telduposti til bardurn@vorn.fo.

Umsóknir

Umsókn saman við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skulu sendast til journal@vorn.fo. Viðheftar fílur skulu vera í PDF-formati.

Umsóknin skal vera Vørn í hendi innan fríggjadagin 31. juli 2026 kl. 12:00.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið