Vága Kommuna
Útgivið
25. juni 2026
Útgongur
8. juli 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

- til serstovuna í Miðgarði

Hevur tú útbúgving innan sernámsfrøði ella stóran áhuga fyri sernámsfrøðiliga økinum og ynskir tú at arbeiða í einum fakliga sterkum og tvørfakligum umhvørvi, har tú kanst gera ein veruligan mun?

Vit leita eftir tær, sum hevur fakligt hugflog, ert nærverandi í relatiónum og trívist við at arbeiða skipað og málrættað saman við børnum, foreldrum og øðrum fakfólkum.

Serstovan umfatar alt dagstovnaøkið í Vága kommunu og veitir sernámsfrøðiliga fakligheit og stuðul til børn við ymiskum tørvi. Hjá okkum verður tú partur av einum arbeiðsplássi, har fakligheit, reflektión og samstarv eru grundarlagið undir øllum okkara arbeiði.

Um starvið

Á serstovuni arbeiða vit út frá tí sannføring, at øll børn hava rætt til eitt mennandi og inkluderandi umhvørvi, har tey verða møtt við virðing, nærveru og fakligari vitan.

Arbeiðið byggir á fakligar metingar, skipaðar virkisætlanir og greið menningarmál fyri einstaka barnið. Vit leggja dent á eina fyribyrgjandi og styrkjandi tilgongd, har relatiónir, strukturur og tætt samstarv eru lykilin til góða menning.

Tú verður partur av einum tvørfakligum samstarvi við leiðslu, foreldrum og øðrum fakbólkum, har tit í felag finna bestu loysnirnar fyri einstaka barnið.

Vit leggja dent á

  • At byggja tryggar relatiónir.
  • At skapa skipað læringsumhvørvi.
  • At arbeiða málrættað við menning hjá einstaka barninum.
  • At styrkja samskifti, luttøku, sjálvbjargni og sosialar førleikar.
  • At arbeiða fyribyrgjandi og inkluderandi.
  • At samstarva tætt við foreldur og tvørfakligar samstarvspartar.

Faklig menning

Miðgarður er ein lærandi stovnur, har vit støðugt arbeiða við at menna okkara námsfrøðiligu praksis.

Vit leggja stóran dent á fakliga reflektión, sparring og felags førleikamenning. Tú fært møguleika at verða partur av einum arbeiðsplássi, har vit læra hvør av øðrum, deila vitan og støðugt menna okkara fakligu førleikar.

Vit vænta, at tú

  • Ert útbúgvin námsfrøðingur.
  • Hevur áhuga fyri ella royndir innan sernámsfrøðiliga økið.
  • Dugir at arbeiða skipað við málum og virkisætlanum.
  • Ert nærverandi og dugir at skapa tryggar relatiónir.
  • Hevur góð samstarvs- og samskiftisevni.
  • Megnar at arbeiða bæði sjálvstøðugt og í tvørfakligum samstarvi.
  • Ynskir at menna teg fakliga og vera við til at menna sernámsfrøðiliga arbeiðið í Vága kommunu.

Vit bjóða

  • Eitt fakliga spennandi og mennandi starv.
  • Eitt arbeiðspláss við høgum námsfrøðiligum ambitiónum.
  • Góða innleiðslu og regluliga fakliga sparring.
  • Tætt tvørfakligt samstarv.
  • Góðar møguleikar fyri førleikamenning.
  • Starvsfelagar, sum leggja dent á fakligheit, samstarv og trivnað.

Løn og setanarviðurskifti

Arbeiðstíðin er vanliga millum kl. 7.15 og 16.30. Løn verður veitt sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Starvið verður sett frá 10. august 2026 ella eftir nærri avtalu.

Vit søkja fyrst og fremst eftir útbúgvnum námsfrøðingi. Um eingin námsfrøðingur søkir, kunnu umsøkjarar við aðrari viðkomandi útbúgving og royndum innan sernámsfrøðiliga økið eisini koma í meting.

Sambært § 2 í barnaváttanarlógini hevur Vága kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Meiri fæst at vita við at venda sær til leiðaran, Majbritt Poulsen, á tlf. 794510 ella við at vitja www.midgardur.fo og www.vaga.fo.

Umsókn

Søk starvið við at trýsta her. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 8. juli 2026.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið