J&K Petersen
Útgivið
9. juni 2022
Útgongur
14. juli 2022
Staður
Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Kundi  hugsað tær at verið samskipari av starvsfólkahópinum hjá eini av Føroya størstu byggifyritøkum?

Vit sóknast eftir einum HR-samskipara til eitt nýstovnað starv.

Tín uppgáva
Uppgávurnar eru sera fjølbroyttar, og  kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við menningarleiðara felagsins.  kemur millum annað at:

  • skráseta og halda við líka starvsfólkaupplýsingar í ymsum KT-skipanum,
  • samskipa og ráðgeva í sambandi við starvsetanir og starvsfólkamál,
  • fyrireika starvslýsingar, umsita starvssetanarportal felagsins, svara umsøkjarum og klárgera starvssáttmálar,
  • søkja um arbeiðis- og uppihaldsloyvir og samskifta við TAKS, ALS, kommunur og fíggjarstovnar,
  • áhaldandi menna og halda við líka starvsfólkahandbók og mannagongdir á HR-økinum,
  • samskifta við/ráðgeva leiðarum og starvsfólkum,
  • saman við øðrum skipa fyri innanhýsis skeiðum og tiltøkum,
  • samskipa leigumál,
  • saman við lærumeistarum samskipa lærlingaviðurskifti og
  • hava aðrar fyrifallandi uppgávur.

 Um teg
Vit vænta, at  hevur viðkomandi royndir innan HR-arbeiði, og at  dugir væl at orða teg bæði í skrift og talu á føroyskum.

Tað er eitt krav at  kanst samskifta á enskum.

Vit ynskja ein HR-samskipara, sum er skipað(ur), sjálvstøðug(ur) og fyrikomandi.

Um starvið
Í fyrisitingini, sum  kemur at verða ein partur av, starvast í løtuni 11 fólk. Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og verða tær ofta loystar í felag í tøttum samstarvi við hini starvsfólkini á deildini.

Talan er fulltíðarstarv. Starvsbyrjan er eftir nærri avtalu.

Treytir
Lønin verður ásett eftir førleikum og royndum.

Umsókn
Umsóknarfreistin er sett til hósdagin 30. juni 2022. Umsóknir skulu sendast til: starv@jkp.fo

 kanst fáa meira at vita um starvið við at venda tær til Onnu Kalsø, menningarleiðara, á tlf. 585007.

Um J&K Petersen

J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum og fæst við jørð- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunnla- og havnaarbeiði. Umleið 170 fólk starvast hjá J&K Petersen, sum somuleiðis hevur nógvar og góðar royndir við verklagsarbeiðum í øllum landinum. Eisini hevur fyritøkan J&K Betong um hendi.

FØROYSK BYGGING - FAKLIGUR STOLTLEIKI

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið