Sjúkrahúsverkið
Útgivið
15. september 2026
Útgongur
28. september 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Faklært, Ófaklært, Partíðarstarv

Lýsing

Søkt verður eftir reingerðarfólki til farloyvisstarv á seingjardeildini KS3 á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í tíðarskeiðnum 12. oktober 2026 til 31. desember 2027. Vit bjóða eitt gott arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfeløgum, og tú fært neyðuga upplæring innan økið. Byrjast kann eftir nærri avtalu.

Um starvið

Starvið er parttíðarstarv og er tímalønt. Arbeiðstíðin er í løtuni 22 tímar um vikuna.

Arbeitt verður aðruhvørja viku frá mánadegi til sunnudag.

Arbeiðstíðin mánadag til fríggjadag er ávikavist frá kl. 08.00–14.00 ella kl. 08.00–15.00.

Í vikuskiftinum er arbeiðstíðin annað vikuskiftið kl. 08.00–12.00 og hitt vikuskiftið kl. 08.00–15.00.

Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum reingerð av sjúkrastovum, skrivstovum, viðgerðarhølum og øðrum økjum. Eisini er borðreiðing og avrudding av morgunmati, døgurða og millummála til sjúklingar ein partur av arbeiðinum. Hetta inniber, at tú kemur tætt upp á og hevur eitt ávíst dagligt samskifti við sjúklingar.

Vit vænta, at tú:

  • ert røkin og gongur høgt upp í reinføri
  • kanst arbeiða sjálvstøðugt
  • ert fyrikomandi og arbeiðssom/-samur
  • dámar at hava ymiskar uppgávur
  • ert fleksibul/-il og tolir broytingar
  • dugir føroyskt ella eitt av skandinavisku málunum

Vit bjóða:

  • eitt fjølbroytt starv saman við góðum starvsfeløgum
  • ein skiftandi arbeiðsdag í góðum og skipaðum umhvørvi
  • skipaða innleiðslu og upplæring
  • royndir frá líknandi arbeiði kunnu vera ein fyrimunur

Setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Meira at vita

Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jastrid Gullaksen, deildarleiðara, á tlf. 235470 ella senda teldupost til jasgu@ks.fo.

Umsókn

Starvið verður sett skjótast til ber, og allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Skrivlig umsókn, saman við avriti av prógvum, lívsrensli og møguligum viðmælum, skal sendast til umsokn@ks.fo.

Umsóknarfreistin er 28. september 2026.

Vit gleða okkum at móttaka tína umsókn.

Á heimasíðu okkara www.sjukrahus.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið