Reyði Krossur Føroya
Útgivið
20. august 2026
Útgongur
13. september 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Faklært, Partíðarstarv

Lýsing

Reyði Krossur heldur, at øll eiga at duga fyrstuhjálp. Tess fleiri eru før fyri at hjálpa, tá á stendur, tess tryggari eru vit øll í gerandisdegnum.

Eftirspurningurin eftir fyrstuhjálparskeiðum hjá Reyða Krossi er stórur, og tí leita vit eftir einum fyrstuhjálparinstruktøri, sum kann vera við til at økja um okkara kapasitet.

Vit leita serliga eftir tær, sum longu ert útbúgvin fyrstuhjálparinstruktørur og kann fara undir at undirvísa innan stutta tíð. Vit vilja tó eisini fegin hoyra frá tær, sum hevur viðkomandi førleikar og áhuga fyri at útbúgva teg til fyrstuhjálparinstruktør.

Vit leita bæði eftir tær, sum hevur áhuga í einum hálvtíðarstarvi, og tær, sum heldur ynskir at arbeiða sum fríyrkis-instruktørur og taka einstøk skeið eftir avtalu.

Um arbeiðið
Sum fyrstuhjálparinstruktørur hjá Reyða Krossi fert tú at undirvísa á fyrstuhjálparskeiðum fyri eitt nú arbeiðspláss, feløg, sjálvboðin og aðrar bólkar.

Vit leggja stóran dent á, at undirvísingin er á høgum fakligum og námsfrøðiligum stigi. Hon skal vera livandi, viðkomandi og geva luttakarunum bæði vitan, verkligar førleikar og tryggleika til at veita fyrstuhjálp, tá á stendur.

Vit leita eftir tær, sum:

  • dámar væl at undirvísa og samskifta við ymisk fólk
  • dugir at skapa eina góða og engagerandi undirvísing
  • er álítandi, fyrikomandi og dugir at arbeiða sjálvstøðugt
  • hevur námsfrøðiligar førleikar og/ella royndir við undirvísing
  • hevur áhuga fyri fyrstuhjálp og fyri arbeiðinum hjá Reyða Krossi
  • hevur møguleika at undirvísa skiftandi tíðir.

Tað er ein fyrimunur, um tú longu ert útbúgvin fyrstuhjálparinstruktørur og hevur galdandi instruktørgóðkenning. Hevur tú heilsufakliga ella námsfrøðiliga bakgrund, er tað somuleiðis ein fyrimunur.

Hevur tú ikki instruktørútbúgving frammanundan, men annars røttu fortreytirnar, kanst tú kortini søkja. Møguleiki kann vera fyri at taka neyðugu instruktørútbúgvingina gjøgnum Reyða Kross, treytað av at tú lýkur galdandi førleikakrøv.

Hvat bjóða vit?
Tú verður partur av arbeiðinum hjá Reyða Krossi Føroya fyri at styrkja fyrstuhjálparførleikarnar í føroyska samfelagnum.

Vit bjóða eitt arbeiði við stórum sjálvræði, nógvum sambandi við fólk og eini heilt ítøkiligari uppgávu: at geva øðrum førleikar, sum kunnu gera mun, tá á stendur.

Starvið kann skipast sum hálvtíðarstarv ella sum fríyrkisarbeiði, alt eftir førleikum, áhuga og tí, sum hóskar best hjá báðum pørtum.

Umsókn
Send okkum eina umsókn og CV á starv@redcross.fo í seinasta lagi 13. september 2026.

Vilt tú vita meira um arbeiðið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sigrið Zachariasen, dagligan leiðara í Reyða Krossi Føroya á sigridz@redcross.fo

Vit gleða okkum at hoyra frá tær.

Líknandi størv

21. august 2026
20. august 2026
Kokkalærlingur til Glasir   Faroe Islands nýtt
18. august 2026
Heilsurøktari til Gloria   Faroe Islands nýtt
18. august 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið