Tórshavnar kommuna
Lýsing
Tórshavnar kommuna søkir eftir samskipara til Stjórnarskrivstovuna at arbeiða við ferðavinnu, vinnumenning, tvørgangandi verkætlanum, tiltøkum og móttøkum.
Hjá samskiparanum á Stjórnarskrivstovuni verða høvuðsuppgávurnar m.a. at:
- fyrireika mál til vinnunevndina
- samskipa mál í mun til ferðavinnu í Tórshavnar kommunu
- ráðgeva og fyrireika mál hjá borgarstjóranum í altjóða og millumtjóða samstørvum
- vera við til at fyriskipa tiltøk í kommununi, umframt ráðstevnur og móttøkur m.a. saman við Visit Tórshavn og Hugskotinum
- at umsita ymsar stuðulsjáttanir, m.a. filmsstuðulin, stuðul til vinnuferðavinnu, millumtjóða mentanarligt samstarv og mentanartiltøk í Tórshavnar kommunu
- saman við Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands menna vinnuferðavinnu í Tórshavnar kommunu
- samskifti við Hugskotið í mun til at menna og stimbra íverksetan í Tórshavnar kommunu
- samskiftisuppgávur bæði á føroyskum og enskum
- luttaka í verkætlanum og menningaruppgávum eftir tørvi og annars luttaka dagliga í arbeiðinum á Stjórnarskrivstovuni
https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-stoerv?job=145065