Lýsing
Hevur tú ein sætta sans fyri at hjálpa øðrum og at veita eina góða tænastu? Ert tú smílandi við einum jaligum lyndi? Er hetta tú? – So leita vit eftir tær.
Vit søkja eitt vinaligt tænastu- og móttøkufólk at byrja 17. august 2026.
Tínar uppgávur eru m.a. at
- Keypa inn, borðreiða til miðmála og rudda av.
- Gera klárt til fundir og rudda av.
- Halda felagsøkini rein, ruddulig og hugnalig.
- Avgreiða ymisk ørindi og fyrifallandi uppgávur.
- Vera í móttøkuni, svara telefonini og teldupostum.
Vit bjóða
- Eitt spennandi arbeiðsumhvørvi.
- Fittar og dugnaligar starvsfelagar.
Vit vænta, at tú
- Hevur miðnámsprógv ella líknandi.
- Hevur koyrikort.
- Tosar og skrivar føroyskt.
- Ert ágrýtin og kanst arbeiða sjálvstøðugt.
- Sært smálutir og arbeiðir við nærlagni.
- Ert álítandi og tekur ábyrgd við einum smíli.
- Kanst vera hjá okkum í minsta lagi fram til summarið 2027.
Vit læra teg upp
Starvið hóskar væl til tín, sum ynskir eitt praktiskt og fjølbroytt tænastustarv, har tú lærir uppgávurnar á staðnum. Faklig útbúgving er tískil ikki neyðug.
Løn og setanartreytir
Starvið er tímalønt og fevnir um umleið 30 tímar um vikuna, vanliga mánadag til fríggjadag kl. 08.30–14.30, tó annanhvønn fríggjadag kl. 08.00–14.00.
Løn verður ásett eftir avtalu, við støði í galdandi lønartalvu hjá Samverk/FAG ella sambæriligum lønartreytum fyri tænastuøkið.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at ringja til Tór Verland Johansen á tel. 299372.
Umsókn
Umsókn og viðkomandi skjøl skulu sendast til starv@sansir.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 5. juli 2026.