Meginfelag Føroyskra Studenta
Útgivið
11. marts 2024
Útgongur
25. marts 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS) leitar eftir eftir nýggjum skrivstovufólki. Arbeiðsuppgávurnar eru spennandi og fjøltáttaðar, og tú fert í stóran mun at arbeiða sjálvstøðugt. Við starvinum fært tú fjølbroyttar arbeiðsroyndir, og tú fært innilt í, hvussu ein virkin sjálvboðin felagsskapur verður rikin.

UM OKKUM
MFS er ein lestrarfelagsskapur, sum er myndaður av sjálvbodnum lesandi. Vit arbeiða fyri at betra viðurskifti, ið á einhvønn hátt ávirka lesandi. Í eina hálva øld hevur MFS arbeitt fyri lesandi, og hevur felagið tískil drúgvar royndir í at ganga á odda, tá ið átøk verða framd, og uppskot løgd fram.

HØVUÐSUPPGÁVUR
Arbeiðstíðin er sett til 10 tímar um vikuna. Umframt niðanfyri nevndu arbeiðsuppgávur verða aðrar fyrifallandi uppgávur.

Føstu arbeiðsuppgávurnar eru hesar:

  • Bókhald
  • Samskifti
  • Røkt av heimasíðu, umframt teimum sosialu miðlunum í samstarv í ráðs- og
    nevndarlimir.
  • At vera til staðar á skrivstovuni í Havn fastar tíðir. Hesar tíðir verða
    fastlagdar í samráð við nýggja skrivstovufólkið.

FØRLEIKAKRØV
Tú dugir væl at orða teg á føroyskum. Eisini er tað ein fyrimunur, um tú ert stinn/ur enskum og donskum. Tú hevur innliti í, hvussu politiska skipanin í Føroyum virkar, og royndir at umsita roknskap eru eisini ein fyrimunur. Grundleggjandi vitan um lestrarviðurskifti er týdnigarmikil. Umframt hetta ert tú undir hægri lestri í Føroyum.

  • Tú noyðist ikki at lúka øll krøvini fyri at søkja.

SETANARVIÐURSKIFTI
Skrivstovufólkið verður lønt sambært lønarsáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið eftir lønarflokki 2.

UMSÓKN
Umsókn og CV skal sendast til mfs@mfs.fo í seinasta lagi 25. mars 2023.

SETAN
Starvið verður sett sum skjótast.

MEIRA FÆST AT VITA
Við at venda sær til Magnus Kárason Durhuus á magnus@mfs.fo og
+4526718833 ella við at senda teldupost til mfs@mfs.fo.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið