Lýsing
Undirvísingarstýrið sóknast eftir dugnaligum skúlastjóra, ið umframt leiðsluevnir hevur áhuga í námsfrøðiligari og fakligari menning og hegni at átaka sær leiðsluábyrgd í skúlanum við Løgmannabreyt.
Skúlastjórin í skúlanum við Løgmannabreyt, ið hevur leitt skúlan síðani skúlin varð stovnaður í 2008, hevur sagt seg úr starvi. Undirvísingarstýrið sóknast tí eftir nýggjum skúlastjóra at byrja 1. september 2026.
Talan er um eitt spennandi, mennandi og avbjóðandi starv, har tú sum skúlastjóri skalt mynda skúlan námsfrøðiliga og fyrisitingarliga og ganga undan í samstarvi við avvarðandi samstarvspartar og myndugleikar.
Í skúlanum við Løgmannabreyt, ið er ein tvey sporaður skúli, verða 366 næmingar í 1.- 9. flokki skúlaárið 2026/27. Tað eru normerað 33 fulltíðarstørv sum lærarar í skúlanum við Løgmannabreyt. Tað eru tvey varaskúlastjórastørv undir skúlastjórans leiðslu.
Skúlastjórin virkar eisini í tøttum samstarvi við mentamáladeildina í Tórshavnar kommunu, og við aðrar deildir og skúlar í Tórshavnar kommunu. Frítíðarskúli er á skúlanum, ið hevur egna leiðslu, sum skúlastjórin og starvsfólk skúlans samstarva við.
Tú kanst lesa meira um Skúlan við Løgmannabreyt á Skúlin við Løgmannabreyt
Les meira um starvið her.