Vága Kommuna
Útgivið
22. juni 2026
Útgongur
6. juli 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært, Partíðarstarv

Lýsing

Vága kommuna søkir eftir einum starvsfólki til køkin í Sóljugarð í Sandavági at byrja 10. august 2026. Talan er um eitt 20 tíma starv.

Um Sóljugarð
Sóljugarður er dagstovnur hjá Vága kommunu í Sandavági. Á stovninum eru umleið 80 børn. Børnini hava vanliga matpakka við, men mánadagar fáa tey miðmála frá stovninum. Harumframt verður millummáli bjóðaður hvønn dag.

Vága kommuna arbeiðir eftir einum kostpolitikki, sum hevur til endamáls at stuðla undir trivnað, heilsu og menning hjá børnum. Dentur verður lagdur á heilsugóðan og fjølbroyttan kost, og sum starvsfólk verður tú ein týdningarmikil partur av hesum arbeiði.

Arbeiðsuppgávur
Sum starvsfólk í Sóljugarði fert tú at hava ábyrgd av dagliga rakstrinum av køkinum. Arbeiðið fevnir m.a. um at fyrireika og framleiða millummála til børnini hvønn gerandisdag og miðmála eina ferð um vikuna. Harumframt fert tú at standa fyri innkeypi av mati og øðrum tilfari til køkin, gera matarskrá og tryggja, at mattilboðið er heilsugott, fjølbroytt og í samsvari við kostpolitikkin hjá Vága kommunu.

Tú fert eisini at hava ábyrgd av at halda køkin og tilhoyrandi arbeiðsøki rein og ruddilig, umframt at fyrireika mat til serlig høvi og tiltøk á stovninum.

Vit vænta, at tú

  • er útbúgvin føðsluatstøðari ella líknandi
  • hevur áhuga fyri kosti, heilsu og góðum matvanum hjá børnum
  • sært týdningin av at bjóða heilsugóðan og fjølbroyttan kost
  • hevur góð samstarvsevni og dugir at arbeiða sjálvstøðugt
  • ert fleksibul/-ur og megnar at laga teg til broytingar í gerandisdegnum
  • ert røkin, álítandi og arbeiðssom/-samur

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Kost- og føðslufelagið og Fíggjarmálaráðið.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Vága kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Umsókn
Umsókn við prógvi, lívssøgu (CV) og møguligum viðmælum skal sendast í seinasta lagi mánadagin 06. juli 2026 við at trýsta her.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Barbaru Joensen, virkandi leiðara, á telefon 794456 ella við telduposti á barbaraj@vaga.fo

Sí lýsing her

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið