Strandfaraskip Landsins
Útgivið
16. juni 2026
Útgongur
30. juni 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Strandferðslan er ein týðandi partur av føroyska samferðslukervinum. Góðar KT-loysnir eru ein fyritreyt fyri einum tryggum, álítandi og brúkaravinaligum rakstri, og samstundis viðvirka til góða tænastuveiting til bæði ferðafólk og starvsfólk.

Um starvið
Vit sóknast eftir einum dugnaligum og sjálvstøðugum KT-verkætlanarleiðara, sum kann leiða og samskipa verandi og komandi KT-verkætlanir. Tú verður við til at menna talgildu tænasturnar hjá Strandferðsluni og tryggja, at nýggjar loysnir verða væl fyrireikaðar, settar í verk og handaðar til rakstur.

Ímillum týðandi verkætlanir, sum eru fyri framman, eru dagføring av ferðaseðlaskipanini FARA, víðari menning av bíleggingarskipanini á booking.ssl.fo og menning av einari nýggjari app til ferðafólk.

Sum KT-verkætlanarleiðari verður tú partur av KT-deildini og arbeiðir í tøttum samstarvi við KT-leiðaran, leiðsluna, viðkomandi deildir, stýrisbólkar og uttanhýsis veitarar.

Tú skalt duga at byggja brúgv ímillum rakstur og KT og at umseta tørv og hugskot til greiðar, brúkaravinarligar og haldgóðar loysnir. Uppgávurnar fevna bæði um tænastur til ferðafólk og um innanhýsis loysnir, sum stuðla undir raksturin og umsitingina.

Sí lýsing her
Søk starvið her

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið