Lýsing
LÍV søkir fíggjarstjóra
LÍV sóknast eftir strategiskum og framsøknum fíggjarstjóra.
Tú verður partur av leiðslutoyminum, sum fevnir um fýra fólk, og tú fært ein týðandi leiklut í framhaldandi menningini av LÍV. Tú fært eisini yvirskipaðu ábyrgdina av fíggjarligari stýring, roknskapi og aktuariatvirkseminum umframt leiðsluligu og strategisku ábyrgdina av kunningartøkni og talgilding. Samstundis verður tú við til at menna og skipa eina deild, sum skal styrkja bæði fakliga dygd og talgilda framdrift
Á fíggjardeildini arbeiða níggju fólk, og tilsamans starvast 33 starvsfólk hjá LÍV á Óðinshædd 11 í Tórshavn.
Ábyrgd og høvuðsuppgávur
Sum fíggjarstjóri fært tú ábyrgd av at:
- leiða og menna fíggjardeildina, sum fevnir um roknskap, aktuariat og kt-menning
- tryggja haldgóðan og rættstundis roknskap og rapportering fyri felagið, samtakið og dótturfeløg
- styrkja fíggjarliga stýring, uppfylging og rapportering av lyklatølum
- tryggja gjaldføri, regluligar uppgerðir og eftirlitskrøv
- hava yvirskipaða ábyrgd av aktuariatvirkseminum í tøttum samstarvi við ábyrgdarhavandi aktuar og starvsfólkatoymið
- leiða kt- og talgildingarøkið við denti á effektivum arbeiðsgongdum, góðari kundatænastu, kt-trygd og støðugum rakstri
- vera strategiskur sparringspartnari og hugskotskveikjari hjá stjórn og nevnd.
Vit vænta, at tú hevur
- hægri útbúgving innan fígging, búskap, roknskap ella líknandi
- sterkan fakligan førleika innan fíggjarliga stýring og rapportering
- góðar leiðsluroyndir og ein greiðan og savnandi leiðslustíl
- royndir frá fíggjar-, tryggingar- ella pensjónsvinnuni er ein fyrimunur
- kunnleika um og áhuga fyri kunningartøkni og talgilding. Tú skalt ikki vera menningarfólk, men skilja møguleikarnar og megna at stuðla undir, at teir verða framdir í verki
- gott strategiskt yvirlit og evni at síggja og gagnnýta møguleikar – bæði í menniskjaligum førleikum og tøkniligari menning
- góð samstarvsevni og evni at skapa úrslit saman við øðrum
Vit bjóða
- ein týðandi leiklut í leiðsluni hjá LÍV
- eitt breitt ábyrgdarøki og góðan møguleika at seta tín dám á bæði fíggjarligu og talgildu menningina
- møguleika at byggja víðari á og menna eina deild við dugnaligum starvsfólkum
- eitt professionelt arbeiðsumhvørvi, har ið tú fært stóra ávirkan á framtíðarmenningina hjá felagnum
Umsókn
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við
Rune Nørregaard, komandi stjóra, á telefon +45 54303357 ella
Árna Ellefsen, nevndarformann, á telefon +298530724
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Freistin at søkja er 10. oktober 2026 kl. 16:00.
Vit gleða okkum at frætta frá tær.
LÍV samtakið fær árliga umleið 550 mió. kr. í inngjøldum frá fleiri enn 30.000 kundum.