Almannaverkið
Lýsing
Á sambýlinum í Hóvabrekku á Argjum búgva vaksin og eldri fólk við menningartarni og autismu.
Høvuðsuppgávan er at veita námsfrøðiligan stuðul og grundleggjandi heilsurøkt. Í samráð við búfólkið verður arbeitt heilsufremjandi og fyribyrgjandi.
Um størvini
- Eitt farloyvisstarv 25 tímar um vikuna at byrja 15. august 2026 til 31. desembur 2026.
Arbeiðstíðin er dag- og kvøldvaktir frá kl. 08.00 til kl 19.00 og 3. hvørt vikuskiftið. Møguleiki er fyri at fáa fleiri vaktir.
- Eitt farloyvisstarv 40 tímar um vikuna at byrja 15. august 2026 til 30. juni 2027.
Arbeiðstíðin er dag- og kvøldvaktir frá kl. 08.00 til kl 20.00 og døgnvaktir frá kl. 14.00 til kl. 10.00. Harumframt verður arbeitt 3. hvørt vikuskiftið.