Økistænastan í Sandoyar sýslu
Útgivið
25. juni 2026
Útgongur
20. juli 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Hevur tú eitt gott eyga fyri førleikunum hjá eldri borgarum og dugur tú at brúka hesar til at skapa ein virknan og innihaldsríkan gerandisdag fyri heimabúgvandi eldri borgarum? Kundi tú hugsa tær at verið við til støðugt tillagað eina nýggja tænastu í Økistænastuni, so er tað kanska tær vit leita eftir.

Søkt verður eftir einum starvsfólki at byrja 15. august 2026.

Um starvið

Arbeiðsbrøkur er 0,875 svarandi til 35 tímar um vikuna. Arbeitt verður gerandisdagar.

Førleikar

Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi, námsfrøðingi, heilsurøktara ella heilsuhjálpara.

Arbeiðsuppgávurnar eru nógvar og fjølbroyttar og eru millum annað at virka fyri, at borgarin fær ein mennandi og fjølbroyttan gerandisdag við innihaldsríkum tilboðum.

Endamálið við Virkisstovuni er at eggja aldrandi borgarum at vera virknir í egnum lívi. Dentur verður lagdur á rørslu, kost, heilsustimbran og fyribyrging í einum innihaldsríkum gerandisdegi, ið er merktur av trivnaði og hugnaligari samveru.

Í hesum starvinum hava persónligir eginleikar og fakligir førleikar stóran týdning. Vit vænta tí, at tú hevur hugflog og megnar at leggja til rættis virksemi, ið gevur meining fyri tann einstaka og harvið kveikja ein lívsjáttandi gerandisdag.

Eisini verður væntað, at tú ert fleksibul, sýnir tol, dugir at síggja ymiskar og skiftandi tørvir og at handla í mun til hesar í tøttum samstarvi við starvsfelagarnar. Tí eru góð evni at samskifta, samskapa og leggja til rættis námsfrøðiliga og praktiska arbeiðið á arbeiðsplássinum týðandi eginleikar.

Talan er um eitt tilboð, sum støðugt skal tillagast, og tí verður væntað, at tú tolir broytingar, bæði í arbeiðstíð, kørmum og innihaldi.

Starvið inniheldur fjølbroyttar fakligar avbjóðingar, og fert tú bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi við starvsfelagarnar, aðrar eindir í ØSS, borgarar og avvarðandi teirra.

Setanarviðurskifti

Starvið verður sett sambært sáttmála við KAF og Heilsuhjálparafelag Føroya, Heilsurøktarafelagið, Føroya Pedagogfelag ella FFS.

Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Maiken Mohr Olsen, stjóra, á telefon 793600 ella á teldupost ot@ot.fo.

Umsókn

Umsókn saman við prógvum og upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til ot@ot.fo.

Umsóknarfreist

20. juli 2026.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið