Almannaverkið
Lýsing
Um starvið
Talan er um eitt fast starv 25 tímar um vikuna at seta 10.08.2026 ella eftir avtalu. Arbeiðstíðin er seinnapart gerandisdagar. Starvsstaðurin er í Saltangará.
Arbeiðsuppgávur
Frítíðartoymið á Høgabóli er eitt frítíðartilboð fyri børn og ung við autismu og menningartarni. Uppgávan er at bjóða børnunum og teimum ungu ein innihaldsríkan dag við avbjóðingum, upplivingum, stuttleika og nærleika. Vit geva tí einstaka barninum og tí unga umsorgan og stuðul, so tey kunnu kenna seg trygg og mennast.
Sí lýsing og søk starvið her