Føroya Politi
Útgivið
9. oktober 2026
Útgongur
30. oktober 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Fulltíðarstarv

Lýsing

Ert tú tænastusinnað/ur, dámar tær at arbeiða við kundum og klárar tú at hava nógvar bóltar í luftini samstundis? So er tað kanska tær, ið vit leita eftir til okkara toymi í Borgaratænastuni.

Okkum tørvar fleiri nýggjar starvsfelagar
Vit kunnu bjóða tær eitt fjølbroytt starv. Arbeiðsuppgávurnar fevna um fyrisitingarligar uppgávur av øllum slag, m.a. avgreiðslu av passkundum, útlendingamálum, revsiváttanum, loyvum, skráseting av málum, telefonavgreiðslu og ymiskum fyrifallandi arbeiði.

Størvini eru tíðaravmarkaði størv fyri starvsfólk í barnsburðarfarloyvi, og tú verður partur av toyminum í Borgaratænastuni. Starvsstaðurin er á politistøðini í Tórshavn.

Tú hevur:

  • Skrivstovuútbúgving ella líknandi førleikar
  • Góð evnir at samskifta á føroyskum, donskum og enskum bæði munnligt og skrivligt
  • Góð samstarvsevnir
  • Viðkomandi starvsroyndir er ein fyrimunur

Lønar- og setanartreytir verða ásettar eftir galdandi HK sáttmála. Arbeiðstíðin er 37 tímar um vikuna.

Tín setan er treytað av, at tú verður trygdargóðkend/ur av PET, og tú kanst varðveita góðkenningina gjøgnum alt setanarskeiðið.

Skrivlig umsókn við CV og viðkomandi skjølum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 30. oktobur 2026. Skjølini skulu sendast í pdf-formati til: fo-personalekontor@politi.dk

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Tinu Remberg, deildarleiðara í Borgaratænastuni, tlf. 792335.

Vit mæla øllum skikkaðum umsøkjarum til at søkja starvið, uttan mun til kyn, aldur, ættarslag, átrúnaðarliga áskoðan ella etniskan uppruna.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið