Lýsing
Stuðulsfólk til 20 ára gamlan mann, sum gongur á Miðnámi á Kambsdali
Um starvið
Talan er um stuðulsstarv fýra dagar um vikuna eftir nærri avtalu í einum samstarvi millum Miðnám á Kambsdali og Almannaverkið. Annar stuðul er í starvi ein dag um vikuna.
Arbeitt verður skúladagar frá kl. 7.30 til skúladagurin er liðugur, ella til kl. 16.00. Uppmøtingarstaðurin er úti á Nesi í Eysturoy, og arbeiðsdagurin endar sama stað.
Stuðulstímar fyri Almannaverkið aftaná skúlatíð verða avtalaðir millum drongin og stuðulin.
Arbeiðsuppgávurnar
Talan er um ein 20 ára gamlan mann við rørslutarni, sum gongur á Náttúrubreyt á Kambsdali.
Arbeiðsuppgávan er at koyra hann í skúla og heim aftur eftir skúlatíð og at vera um hann í skúlanum at hjálpa og stuðla í praktiskum og persónligum viðurskiftum, so næmingurin kann hava møguleika at vera í skúla saman við flokkinum og vera partur av flokkinum.
Tað snýr seg m.a. um:
- Samskifti.
- At gera klárt til undirvísingartímarnar.
- Flutning.
- At hjálpa í praktiskum og persónligum viðurskiftum.
Tú ert um næmingin gjøgnum dagin í tann mun, tað er neyðugt, men ert tøkur allan skúladagin eftir tørvi.
Harumframt kann uppgávan fevna um at vera stuðul nakrar tímar í frítíðini. Møguleiki er eisini at taka vikuskiftisvaktir fyri Almannaverkið. Hetta verður skipað eftir nærri avtalu.
Førleikar / væntanir
Neyðugt er ikki við einari ávísari útbúgving, men tað er týdningarmikið, at relatiónin millum teg og drongin er góð.
Vit vænta, at tú:
- Evnar og tímir eitt arbeiði, har tú ert sera tætt at einum øðrum menniskja.
- Hevur eitt lætt lyndi og gott lag.
- Gjarna hevur staðið miðnámsútbúgving fyri ikki so langari tíð síðan.
- Kann vera kendur við umhvørvið á Kambsdali.
- Ert kropsliga og sálarliga væl fyri.
- Hevur góðar sosialar førleikar.
- Hevur koyrikort til persónbil.
Til dagligt kemur stuðulin at arbeiða tætt saman við dronginum. Stuðulsfólkini koma eisini sínámillum at hava møguleika at samskifta og sparra um stuðulsuppgávuna, og eisini verður møguleiki at samskifta við leiðara í eindini, tá tørvur er á tí.
Setanar- og lønarviðurskifti
Starvið verður sett í einum samstarvi millum Miðnám á Kambsdali og Almannaverkið.
Alt virksemi í skúlatíðini er starv á skúlanum, har tann, ið settur verður, er partur av starvshópi skúlans, meðan koyring til og frá skúla og virksemi uttanfyri skúlatíð er undir Almannaverkinum.
Tann, ið sett/-ur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.
Starvið er í løtuni 32 tímar um vikuna, umframt tímar eftir avtalu við Almannaverkið, og kann vara til 30. juni 2027.
Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.
Starvið verður sett skjótast til ber. Skúlaparturin av starvinum byrjar 10. august.
Freist
Umsóknir skulu vera Miðnámi á Kambsdali í hendi á ums@kambsdalur.fo í seinasta lagi mikudagin 8. juli 2026 kl. 23.59.
Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Óla Wolles, útbúgvingarleiðara, tlf. 742031, viðvíkjandi skúlapartinum, ella til Súsannu Crooks, leiðara, tlf. 297558, viðvíkjandi uppgávunum undir Almannaverkinum.