Lýsing
Vit leita í løtuni eftir einum tænarum til Angus Steakhouse í Tórshavn.
Fremsta uppgávan hjá tænarunum er at geva gestum okkara eina góða matstovuuppliving. Tú kemur at taka ímóti gestum, at taka ímóti bíleggingum við borði, at borðreiða mat og drykkjuvørur og at halda matstovuna reina og ruddiliga - alt við einum smíli 🙂
Tú verður partur av einum toymi, har samstarv, samanhald og góð tænasta er í miðdeplinum. Tað er umráðandi, at starvsfólk okkara duga at arbeiða skipa og til tíðir undir trýsti, og av tí, at vit samskifta nógv við gestir og starvsfelagar í gerandisdegnum, er tað eisini ein fyrimunur, at tú ert sosial/ur og fyrikomandi.
Tímatal um vikuna verður avtalað. Starvið verður sett sum skjótast, ella eftir avtalu.
Kundi tú hugsa tær at verið partur av tænaratoyminum kanst tú senda tína umsókn umvegis leinkjuna í høgru síðu. Hevur tú spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú venda tær til Dávid F. Berg, matstovuleiðara, á telefon 580798.
Sí lýsing og søk starvið her