Lýsing
Pelagos søkir eftir einum virkisfúsum og praktiskt sinnaðum tekniskum leiðara, sum trívist við ábyrgd og fær ting at henda.
Tú fært ábyrgd av tekniska økinum og leiðsluna av einum toymi á umleið 10 starvsfólk. Pelagos eigur 2 virki, eitt í Fuglafirði og eitt í Kollafirði. Á Pelagos verður arbeitt í tveimum vaktum tá fiskur verður virkaður, og tekniska toymið er býtt millum báðar vaktirnar. Tekniski leiðarin vísir til stjóran.
Tú verður tætt upp á raksturin og skalt bæði duga at loysa praktiskar avbjóðingar her og nú og at leiða størri tekniskar verkætlanir frá byrjan til enda.
Vit leita eftir tær, sum tekur initiativ, setur ferð á og fylgir uppgávum heilt á mál. Tú sært loysnir heldur enn forðingar og dugir at raðfesta, tá nógv er á skránni.
Ein týðandi partur av starvinum er tætt og gott samstarv við framleiðsluleiðaran. Tí leggja vit stóran dent á góð samstarvs- og samskiftisevni og evnini at tryggja góða samskipan tvørtur um báðar vaktirnar.
Vit vænta, at tú:
- hevur hóskandi tekniska útbúgving og viðkomandi royndir
- ert praktiskt og tekniskt væl fyri
- ert virkisfús/ur, tekur initiativ og ábyrgd
- dugir at leiða og motivera starvsfólk
- dugir at leiða og gjøgnumføra verkætlanir
- hevur góð samstarvs- og samskiftisevni
- dugir at skapa struktur, raðfesta og halda yvirlit
- hevur royndir við viðlíkahaldsskipanum og fyribyrgjandi viðlíkahaldi
Hjá Pelagos fært tú eitt sjálvstøðugt og fjølbroytt leiðarastarv við stórari ábyrgd og ávirkan. Tú verður tætt upp á fólk, teknikk og framleiðslu og fært ein týðandi leiklut í at tryggja dagliga raksturin og menna tekniska økið hjá Pelagos.
Løn verður ásett sambært avtalu.
Umsókn og nærri upplýsingar
Send umsókn og CV til bogi@pelagos.fo í seinasta lagi 20. Oktober 2026.
Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við stjóran, Boga P. Nielsen, á telefon 777007.
Vit gleða okkum at hoyra frá tær.