Sp/f Hansen Byggivirki
Útgivið
2. maj 2023
Útgongur
1. juni 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Um tú hevur ein dreym um at gerast húsasmiður, so kunnu vit bjóða tær eitt spennandi lærupláss.

Vit bjóða
Sum lærlingur hjá okkum verður tú partur av einum lítlum og tryggum toymi, har arbeiðsdagarnir eru fjølbroytir, og uppgávurnar nógvar og spennandi. Tú sleppur at royna teg í øllum arbeiðsgongdum og verður partur av flestu uppgávum.

Vit ynskja
Vit ynskja ein lærling, ið er ágrýtin og raskur og hevur áhuga fyri fakinum, samstarv hevur nógv at siga.

Umráðandi er eisini, at tú trívist við nógvum fjølbroyttum uppgávum. Ynskiligt er, at tú hevur SIT, men ikki nakað krav.

Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um læruplássið við at seta seg í samband við Jóhan Hansen, stjóra á Hansen Byggivirki á tlf 227028.

Umsókn við avritum av prógv og cv skal sendast til h-bvirkid@h-bvirkid.fo

Freistin at søka er 1. juni 2023. Læruplássið verður sett skjótast tilber, men vit bíða fegin eftir tí rætta.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið