LANDSSJÚKRAHÚSIÐ
Útgivið
15. december 2022
Útgongur
28. december 2022
Staður
Cuba
Starvsstaður

Lýsing

Medisinska ambulatoriið søkir eftir toymisleiðara til setan 01. januar 2023.

Sum nakað nýtt fara vit at seta toymisleiðara við sjúkrarøktarfrøðiligari bakgrund í starv í medisinska ambulatoriinum, diabetes og endokrinologisk ambulatorium, sum frá 01.01.23 kemur at vera Steno Miðstøð SDCF.

Talan er um fast starv á starvsbrøki 0,8 til setan 01. januar 2023 ella eftir nærri avtalu.

Medisinski depilin er í støðugari menning og ambulatoriivirksemið veksur alsamt. Arbeitt verður miðvíst við at menna røktina og viðgerðirnar á medisinska økinum. Áherðsla verður løgd á at virka fyri einum góðum arbeiðsumhvørvi, bæði fysiskt og sálarligt á medisinska ambulatoriinum. Steno Miðstøðin verður partur av Medisinska deplinum frá 01.01.2023 og verður eitt toymið í medisinska ambulatoriinum, sum hevur ábyrgd av sjúklingum við diabetes og øðrum endokrinologiskum sjúkum.

Toymisleiðarin hevur ábyrgd av at arbeiðsbýtið í gerandisdegnum er greitt og vælskipað og tekur eisini lut í kliniska arbeiðinum.

Býtið millum kliniskt arbeiði og fyrisiting verður gjørt í samráð við funktiónsleiðsluna.

Ábyrgdarøki í tøttum samstarvi við funktiónsleiðsluna:

  • Skipa dagliga arbeiðið í toyminum
  • Fyriskipa betranarátøk
  • Skipa fyri mannagongdum og tryggja, at hesar verða dagførdar
  • Leggja til rættis og gera innleiðsluætlan fyri nýsett starvsfólk
  • Saman við funktiónsleiðsluni hava ábyrgd av lesandi
  • Virka fyri einum góðum arbeiðs umhvørvi, bæði fysiskt og sálarliga
  • Luttaka í setanar- og umsorganarsamrøðum

Førleikar

  • Útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Hollar royndir innan diabetes og endokrinologi
  • Hug til at arbeiða við leiðslu
  • Hug og áræði til at menna deildina
  • Góð samstarvsevni

Vit bjóða

  • Eitt fjølbroytt starv, har tú fært innlit og ávirkan á menning
  • Samstarv við leiðarar og starvsfólk á Medisinska deplinum.
  • Eitt gott tvørfakligt arbeiðsumhvørvi

Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og setti umsøkjarin verður løntur sum varaleiðari.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at tosa við Evu M Holm, funktiónsleiðara, á tlf. 304500 lokal 6250, t-post: evamo@ls.fo ella Jóhonnu Andreasen, funktiónsleiðara, á tlf. 304500 lokal 6251, t-post: johad@ls.fo.

Umsóknarfreistin er 28.12.2022

Vinarliga søk starvið her.

Á heimasíðu okkara www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkinum “Um okkum”

 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið