Lýsing
- Gøtubrá í Norðragøtu
Ert tú okkara nýggi starvsfelagi? Vit søkja eftir røktarstarvsfólki til eldrasambýlið Gøtubrá. Gøtubrá er í tveimum hæddum og umfatar tvær eindir við 18 plássum tilsamans, 10 á ovaru hæddini og 8 á niðaru. Starvið er á niðaru hædd. Á Gøtubrá arbeiða sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar, hjálparfólk og reingerðarfólk. Umframt vanligu røktarnormeringina er kliniskur sjúkrarøktarfrøðingur fýra dagar um vikuna, og ergo- og fysioterapeutar koma regluliga á Gøtubrá.
Dámar tær væl at arbeiða við fólki við demens og fyri at skapa teimum ein góðan og virknan gerandisdag, so er tú møguliga okkara nýggi starvsfelagi.