Áarstova
Lýsing
Áarstova leitar eftir uppvaskara og køkshjálp at byrja skjótast gjørligt.
Í Áarstovu leggja vit stóran dent á, at starvsfólk okkara trívast, og at tey fáa góða upplæring umframt góðar karmar fyri menning.
Vit vænta, at tú:
- Ert arbeiðssinnað/ur og røkin
- Ert fyrikomandi og ábyrgdarfull/ur
- Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
Tær nýtist ikki at hava royndir innan økið - vit vænta einans, at tú hevur hug at læra og menna teg í arbeiðinum.
Send eina umsókn til aarstova@aarstova.fo, um hetta ljóðar sum nakað fyri teg.