Búsetur
Útgivið
8. maj 2026
Útgongur
24. maj 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vit søkja eftir verkætlanarleiðara / byggifrøðingi

Hevur tú hug at taka ábyrgd, leiða spennandi byggiverkætlanir og tryggja, at tær verða framdar til tíðina, innan fyri fíggjarætlan og við høgari góðsku? So er tað kanska tær vit leita eftir.

Um starvið
Sum verkætlanarleiðari/arbeiðsleiðari fært tú ein lyklaleiklut í okkara verkætlanum. Tú verður partur av einum fakliga sterkum toymi og fert at hava ábyrgd av dagligari leiðslu og framdrift í verkætlanum.
Starvið fevnir breitt frá fyrireikingum, tekniuppgávum, roknað tilboð til leiðslu og uppfylging á byggiplássum.

Arbeiðsuppgávur

  • Arbeiða við Revit
  • Rokna tilboð
  • Seta verkætlanir í gongd.
  • Tryggja, at arbeiðið gongur eftir ætlan – bæði viðvíkjandi tíð, kostnaði og góðsku
  • Samskifta við byggiharrar, ráðgevar og undirveitararVit vænta, at tú
  • Ert útbúgvin byggifrøðingur
  • Hevur fleiri ára royndir í byggivinnuni
  • Hevur royndir við sigma.
  • Dugir væl at arbeiða í Revit
  • Hevur gott yvirlit og tekur ábyrgd
  • Dugir væl at samskifta og samstarva

Vit bjóða

  • Eitt gott og støðugt arbeiðspláss
  • Spennandi og ymiskar verkætlanir
  • Gott arbeiðsumhvørvi og dugnaligar starvsfelagar

Løn eftir avtalu

Umsóknarfreistin er 24. mai 2026 og samrøður verða møguliga hildnar leypandi.

Umsóknarfreist:
24. mai 2026
Hevur tú spurningar til starvið, ber til at ringja til 230859 ella skriva teldupost á rogvi@busetur.fo

Søk starvið her

Líknandi størv

29. april 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið