Lýsing
Ert tú sjúkrarøktarfrøðingur og hevur visjónir um demensrøkt- og umsorgan?
Hevur tú hug at vera við til at byggja eina fakliga sterka deild upp – har vit arbeiða við granskingargrundaðum háttaløgum innan demensrøkt- og umsorgan umframt at skapa tryggar, heimligar og góðar karmar fyri okkara búfólk? So kann tað vera, júst tær, vit leita eftir.
Sum varadeildarleiðari hevur tú, saman við deildarleiðaranum, ábyrgd av tí sjúkrarøktarfakliga arbeiðinum á deildini, har tú áhaldandi arbeiðir við dygdarmenning og at dentur verður lagdur á persónsmiðsavnaða røkt- og umsorgan, samstarv við avvarðandi og fakliga menning av starvsfólkum.
Ein týðandi partur av tínum leikluti verður at menna starvsfólkini í demensfakligum førleikum. At implementera og kjølfesta háttaløg og arbeiðshættir innan demensrøkt- og umsorgan.
Boðalon er ein av trimum deildum á Boðanesheiminum. Boðalon er demensdeild, meðan hinar báðar deildirnar á heiminum eru røktardeildir.
Talan er um eitt áhugavert starv við nógvum fakligum avbjóðingum, og fjølbroyttum uppgávum. Tú býtir røktaruppgávur út í mun til førleikar hjá starvsfólkum, og tryggjar, at røktarætlanir vera gjørdar fyri búfólkini, og at tær vera fylgdar og dagførdar. Tú stendur á odda fyri klinisku útbúgvingini á deildini, og saman við deildarleiðaranum skipar tú innleiðslu, upplæring og undirvísing av nýggjum starvsfólkum og lesandi.
Sum varadeildarleiðari kemur tú at virka fyri at fremja eitt gott arbeiðsumhvørvið, og gott samstarvi við aðrar deildir og stovnar. Tú ert virkandi leiðari, tá ið deildarleiðarin er burturstaddur.
Tú arbeiðir tætt saman við hinum leiðarunum á Boðanesheiminum.
Sum varadeildarleiðari fært tú saman við deildarleiðaranum ábyrgd av einum starvsfólkahópi, sum veitir dygdargóða røkt- og umsorgan, har vit taka støði í tørvi og ynskjum hjá tí einstaka búfólkinum. Vit raðfesta sansastimbran, heilsufremjan, fyribyrging, rehabilitering og viðlíkahald av førleikum, so gerandisdagurin gerst tryggur, innihaldsríkur og trivnaðarskapandi.
https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-stoerv?job=145064