Vestmanna Kommuna
Útgivið
16. juni 2026
Útgongur
10. juli 2026
Staður
Faroe Islands
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vestmanna kommuna leitar eftir fólki til arbeiðstoymið í kommununi.

Uppgávurnar eru nógvar og fjølbroyttar, men felags fyri tær allar er, at tær eru við at halda bygdina við líka og eru í tænastu fyri bygdafólki.

Millum uppgávurnar eru at fara um grønu økini í bygdini, kirkjugarðin, vegir, vatnveitingina, grevstur á vetri og mangt annað.

Vit eggja øllum áhugaðum at søkja, men tað er ein treyt, at tú hevur koyrikort. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur eina viðkomandi handverkaraútbúgving.

Av lyndiseyðkennum er samstarvssinni ein fyrimunur, tí tú kemur at arbeiða saman við fimm øðrum, sum frammanundan eru í toyminum. Til tíðir skal tú eisini hava eitt ávíst samskifti við fólk í bygdini.

Hevur hetta tín áhuga, og vil tú vita meira, kann tú seta teg í samband við Tórbjørn Egholm, formann, á tlf. 770126.

Starvið er lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag.

Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 10. juli.

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið