Landsverk
Útgivið
27. april 2023
Útgongur
15. maj 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Verkætlanardeildin á Landsverki, leitar eftir ágrýtnum og dugnaligum starvsfelaga, ið hevur hug og førleikar at arbeiða í einum skipaðum stovni, sum hevur stóran samfelagsligan og politiskan áhuga og týdning.

Um starvið
Í starvinum fert tú at luttaka í samskipan av bæði størri og smærri verkætlanum innan bygningar og anlegg, har Landsverk er byggiharri. Tú fert at greina og fyrireika mál og gera frágreiðingar til viðkomandi partar. Í samstarvi við aðrar fakbólkar og deildir fert tú at vera við til at menna reglur, mannagongdir og skjøl fyri deildina. Tín uppgáva verður at samskipa arbeiðið og vera toghaldari, so menningin er støðug. Eisini fert tú at røkja aðrar fyrisitingarligar uppgávur og stuðla verkætlanardeildini í at fyrisita í mun til galdandi reglur, umframt at røkja fulltrúauppgávur fyri deildarleiðaran.

Vit vænta, at tú

  • Hevur viðkomandi hægri akademiska útbúgving og royndir t.d. innan fyrisiting, verkætlanarleiðslu v.m.
  • Hevur góðar samskiftisførleikar, bæði í skrift og talu á føroyskum, donskum og enskum
  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
  • Hevur lætt at samstarva við ymsar fakbólkar
  • Er virkisfús/ur og dugir at leggja til rættis
  • Hevur gott yvirlit og góða hugsavnan
  • Hevur góðan hug til at arbeiða við at menna nýggjar arbeiðshættir

Vit bjóða

  • Eitt spennandi og avbjóðandi starv við fjølbroyttum og mennandi uppgávum í eini deild, sum hevur nógv um at vera
  • Eitt starv við góðum møguleikum fyri fakligari og persónligari menning, umframt síðumansupplæring
  • Eitt starv í einum toymi við fjølbroyttum fakbólkum
  • Frælsi at leggja egið arbeiði til rættis

Løn og setan
Talan er um fastlønt fulltíðarstarv, við møguleika fyri nakað niðursettari tíð. Tænastustaðurin er í løtuni á skrivstovuni í Havn. Tann, ið settur verður, skal tola broytingar í starvinum, og at starvið t.d. kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og BLF ella AKF.

Umsóknir
Prógv og lívrensl (CV) skulu saman við umsókn sendast umvegis heimasíðu okkara www.landsverk.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi 15. mai 2023.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Sigurð Ó. Vang, deildarleiðara á tlf. 290 871 ella siva@lv.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið