Útgivið
21. juni 2022
Útgongur
21. juli 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Í sambandi við at vit um- og útbyggja handilin, hava vit tørv á fleiri starvsfólkum. Vit leita eftir einum ágrýtnum og vinarligum starvsfólki.

Her hevur tú møguleikan at blíva partur av eini handilsfyritøku í vøkstri og sum tekur ábyrgd og raðfestir góða kundatænastu.

Tínar høvuðsarbeiðsuppgávur verða:

  • Hava ábyrgdina av bake- off deildini
  • Hava ábyrgdina av salatbarrini

Bake- off deildin og salatbarrin vera títt ábyrgdarøki og her fært tú møguleika at hava eina ávirkan og at vísa tíni hugskot.

Tú hóskar væl til starvið, um tú:

  • Dámar at møta tíðliga
  • Hevur eitt skipað arbeiðslag og altíð ger tingini ordiligt
  • Ert smílandi og altíð fús/ur at leypa til um kundarnir hava tørv á hjálp
  • Tekur ábyrgd og hevur hug og vilja at betra um avrikið hjá handlinum
  • Kanst taka undir við grundhugsjónini um at minka um matoyðsl og at verja umhvørvið
  • Ert ein góður starvsfelagi og stuðlar undir góðum samanhaldi

Um spurningar eru til starvið, ber til at ringja til Hallbjørg Haraldsen, handilsleiðara, á tlf. 214252.

Talan er um 25 tímar um vikuna, við møguleika fyri at tillaga tímatalið. Arbeitt verður mándag til fríggjadag frá klokkan 6 til klokkan 11. Løn eftir avtalu.

Skrivlig umsókn skal sendast umvegis heimasíðuna hjá Á handlunum: www.ahandil.fo undir starv. Avrit av prógvum, CV, viðmælum o.a. skal eisini viðfestast.

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 1. juli 2022.

Stutt um Á
Á handilsketan er ein samtøka av sjálvstøðugum keypmonnum og lat sínar fyrstu handlar upp 12. mars 2012. Í dag eru 12 Á handlar, sum eru at finna kring alt landið.

Høvuðseyðkennið fyri Á handlarnar er fleiri tilboð, fleiri ferðir um vikuna. Hetta er málið sum vit stremba ímóti.

Í Á handlunum eru vit tilvitaði um okkara ábyrgd av at verja umhvørvið og hava vit m.a. sett í verk átakið ´”Minkað um matoyðsl”. Les meira á www.matoydsl.fo

Les meira um Á ketuna her: www.ahandil.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið